Sjónvarp kostar

Nógv verður gjørt burtur úr likviditetstrupuleikunum hjá Sjónvarpi Føroya í dagspressuni. Men at fyrigikla sær, at eitt føroyskt sjónvarp kann gerast fyri lítið og lætt, er burtur við

Sjónvarp Føroya er komið í gjaldføristrupulleikar. Ikki tí, at útreiðslurnar eru blivnar ov høgar, men tí at inntøkurnar ikki hava verið tær, ið roknað var við.

Sjónvarpið hevur sera trongar umstøður at virka undir. Um somu tíð, sum vit kunnu taka allar verðsins sendistøðir niður úr luftini, skal SvF finna sítt nýggja tilverugrundarlag at standa á. Og hetta skal gerast uttan nakað játtað á løgtingsfíggjarlógini.

Til fyri nøkrun árum síðani var ein lítil upphædd sett av á fíggjarlógini til sjónvarpið. Henda upphædd var so lítil, at hon so dánt saman við hyggjaragjaldinum rakk til rakstur. Men onki var sett av til íløgur í nýggja útgerð. Og um somu tíð er farin fram ein sera umfatandi teknisk menning í digitalari útgerð, sum SvF ikki hevur átt lut.


Sjónvarpið misti allan almennan stuðul

Men politiski myndugleikin skarvaði av játtanini, soleiðis at SvF eftir fáum árum misti alla játtanina. Og umbønin hjá SvF um ar fáa loyvi til sjálvt at vinna sær inntøkur dróg út í ólukkumáta.

Ein tilsøgn um, at SvF fór at fáa hetta loyvi førdi við sær, at sendiskráin bleiv økt. Men loyvi kom tó ikki. Neyðugt bleiv tí at spara og førdi hetta við sær, at ólavsøkusendingarnar í 96 vóru tiknar av skránni. Vit minnast øll, hvørjar øsingar stóðust av hesum, serliga millum politikarnar.


SvF sera illa fyri

Nú hevur SvF so í nøkur ár havt møguleikar at vinna sær inntøkur sjálvt. Men tá hetta loyvi endaliga kom, var SvF sera illa fyri við niðurslitnari, ótíðarhóskandi tekniskari útgerð, sum nær tað skuldi vera ikki orkaði meir.

SvF skuldi nú menna seg til eitt føroyskt eindarsjónvarp, skuldi gera stórar íløgur í nýggja framkomna tekniska útgerð og um somu tíð kappast við allar verðsins sendistøðir. Og krøvini frá hyggjarunum og politikarunum var ikki at taka feil av: fleiri og betri føroyskar sendingar. Ja, ynski politikaranna er, at 1. jan. 2001 skal 33% av senditíðini vera reint føroyskt tilfa - og væl at merkja uttan stytta senditíð.


Sera trongar fíggjarkarmar

Fíggjarligu karmarnir hjá Svf eru framvegis sera trongir sammett við aðrar sjónvarpsstøðir. Við einum hyggjaragjaldi upp á uml. 13 mió og egnum inntøkum upp á uml. 10 mió er hetta sera lítið sammett við eitt nú sjónvarpið í Bornholm, sum uttan sjálvt at skulla útvega sær inntøkur, fær eina árliga játtan upp á uml. 35 mió. Og um somu tíð uml. 25 mió til nýggja tekniska útgerð. Og sjónvarð á Bornholm er bert ein lokalstøð hjá TV 2, sum framleiðir ein hálvan tíma tíðindasending yrkadagar onkra hissini sending í vikuskiftinum. Tilsvarandi fær TV-Nord, sum eisini er ein lokalstøð, 50 mió árliga.

Hinvegin skal SvF av við uml. 2,8 mió árliga í mvg og ørðum gjøldum til landskassan!


Dugnalig starvsfólk

At SvF hást alt hevur megnað, at framleitt føroyskt tilfar, so at uml. 15 % av senditíðini er føroyskt tilfar, skyldast eina og aleina dugnaligu starvsfólkunum í SvF, sum við eldhuga gera hvat tey kunnu fyri at fáa ment sjónvarpið. At hvør senditími við føroyskum tilfar bert kostar í meðal minni enn ein fimting av tí, tilsvarandi senditilfar kostar í øðrum londum, siga ikki so lítið.

At so inntøkurnar hava verið í lakara lagi eitt ár, og sendingarnar ikk nóg skjótt hava kunnað verið tilpassaðar, eigur ikki at vera sligið upp sum um hetta var ein gøla, har høvd skulu rulla. Tí SvF biður ikki um eina almenna peningajáttan, men bert um at fáa loyvi at taka eitt lán og sjálv at fáa loyvi at niðurgjalda hetta lán. Og hóast alt er bert talan um 1,6 mió.

Politikarnir ynsktu at ráða

Tá ið sjónvarpslógin fyri einum góðum ári síðan bleiv broytt, fylgdi politiski myndugleikin ikki tilráðingini frá táverandi sjónvarpsnevnd, har rátt var til at gera SvF til ein sjálvstøðugan stovn við egnari rakstrarnevnd, men valdi at gera SvF til ein almennan stovn beinleiðis undir landsstýrismanninum(!!) í mentamálum.

Tí er tað onki annað enn ein sjálvfylgja, at landsstýrismaðurin útvegar SvF møguleikar at arbeiða seg úr aktuellu fíggjartrupulleikunum.