Sjónvarpið við í evstu løtu

Tveir mans frá Sjónvarpi Føroya eru til staðar í Hannover í kvøld, eftir at sjónvarpið í evstu løtu tryggjaði sær rættindini at senda dystin beinleiðis

Tað var ikki fyrr enn fríggjakvøldið, beint áðrenn »Dag og viku«, at Sjónvarp Føroya langt um leingi kom ásamt við týska felagið Sport-A um, at sjónvarpið kann sleppa at senda beinleiðis frá dystinum á Niedersachsen Stadion í Hannover í kvøld.
Tá dysturin í Kaunas millum Litava og Føroyar varð sendur leygardagin, fekk Sjónvarp Føroya myndirnar úr Litava, men hevði so Tórð Mikkelsen og Jóannes Jakobsen sitandi í sjónvarpsstovuni í Vørðsluni, har teir í grundini ikki sóu annað enn tað, øll onnur eisini kundu síggja heima í sínari egnu stovu.
Í kvøld verður øðrvísi, tí bæði Tórður Mikkelsen og myndamaðurin Ragnar A. Jacobsen eru longu farnir til Hannover. Tórður fer at siga frá dystinum á stadion, og møguliga fær hann onkran aftrat sær sum viðmerkjara, men tað var ikki greitt í skrivandi løtu.

Annars fara teir báðir at tryggja sær orð og myndir til okkurt, ið kann sendast aftaná. Møguliga verður tað til eina størri sending um hesa størstu landsdystaravbjóðingina hjá Føroyum nakrantíð, ella verður tilfarið brúkt í tíðindasendingum ella aðrastaðni, har tað hóskar í skránni hjá sjónvarpinum.

Prísurin fall
Bara tað at fáa rættindini til landsdystin í kvøld hevur tikið sína tíð, og í Sjónvarpi Føroya hava tey lagt nógva orku í at sannføra týskarar um, at rættindini áttu at vera latin fyri ein sámuligan prís.
Og tá avtornaði, gjørdist talan eisini um ein prís, ið Sjónvarp Føroya sá seg ført fyri at gjalda fyri dystin, ið sjálvandi hevur alstóran áhuga í Føroyum.
? Fyrsta kravið hjá teimum upp á 120.000 krónur var ikki nakað, vit kundu brúka, tí vit áttu snøgt sagt ikki teir pengarnar, sigur Øssur Winthereig, tíðindaleiðari í Sjónvarpi Føroya.
? Men at enda fingu vit sannført teir um, at tað var best fyri báðar partar, at prísurin fór nakað væl niður um tað. So sluppu vit at senda dystin, og so fingu teir hóast alt tær krónurnar meira burtur úr dystinum.
Sosialurin skilir, at prísurin endaði á umleið 40.000 krónum, og Øssur avvísir ikki, at upphæddin liggur har á leið.

Allar uttan ein
Við øðrum orðum hevur Sjónvarp Føroya nú fingið rættindi til sjey av teimum átta dystunum, sum Føroyar spæla í hesari EM-undankappingini. Dystirnir móti Skotlandi heima og Litava úti eru longu vístir, og í kvøld verður so útidysturin móti Týsklandi á skíggjanum.
Einasti dysturin, ið enn ikki er komin upp á pláss, er útidysturin móti skotum, sum verður spældur 6. september næsta ár. So enn er góð tíð at fáa fatur á teimum rættindunum, ið skotska felagið IMG umsitur.
? Eitt annað, vit helst mugu finna útav, er um nakar annar møguliga hevur áhuga fyri útidystinum hjá okkum móti Íslandi, tí tað hevði gjørt tað nógv lættari hjá okkum, sigur Øssur Winthereig.
? Nú tá vit sendi Litava-dystin, var tað EBU, ið syrgdi fyri at fáa signalið upp í luftina, so vit kundu taka tað niður her í Føroyum. Men hava hvørki teir ella aðrir enn vit uttan fyri Ísland áhuga fyri at senda tann dystin, kann tað gerast ein størri uppgáva hjá okkum at fáa fatur á útgerð, sum letur okkum senda signalið millum londini.
Hvussu verður við tí, er eisini nakað, ið kann bíða, tí tað er ikki fyrr enn næsta ár, at tann dysturin spældur. So fyribils kunnu hyggjararnir gleða seg, til Týsklandsdysturin í kvøld kemur á skíggjan?