Talan er um kortið Pascaerte van de Eylanden van Fero eftir hollendska kortteknaðaran Hendrick Doncker, sum livdi frá 1626 til 1699. Kortið er ein hondlitað gravering og vísir Føroyar og havleiðirnar kring oyggjarnar.
Kortið er prentað eftir føroyakortinum, sum presturin og rithøvundurin Lucas Debes gjørdi í 1673. Kortið hjá Debes, Færoarum – Prima & accurata delineatio, verður roknað sum fyrsta kenda nágreiniliga kortleggingin av Føroyum og fekk stóran týdning fyri seinni kort av oyggjunum.
Bruun Rasmussen hevði frammanundan mett virðið á kortinum til millum 3.000 og 4.000 krónur, men tá hamarin fall, var søluprísurin komin upp á 18.500 krónur. Harumframt skal keyparin rinda 28 prosent í ómaksgjaldi til Bruun Rasmussen. Tað merkir, at samlaði prísurin verður 23.680 krónur.
Kortið er 48,5 x 58,5 sentimetrar til støddar. Sambært uppboðshúsinum er pappírið nakað gulnað og hevur fald frá prentingini umframt smáar blettir.
Sí lýsingina: https://bruun-rasmussen.dk/m/lots/F3D39F1BA6C0?auction_day_id=1008738&status=sold











