Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, eftir at niðurstøðan frá serligu grein-6 nevndini varð almannakunngjørd á middegi. Har fekk Føroyar viðhald í sínum páhaldi frá Hægstarætti – eitt mál, sum togast hevur verið um í 10 ár.
Teir tríggir hægstarættardómararnir vóru samdir við teimum báðum serfrøðingunum frá Løgmansskrivstovuni. Umboðini fyri danska løgmálaráðið vóru ímóti og hildu uppá, at hetta var í stríð við grundlógina.
Spurdur um hetta broytir arbeiðið við ríkisrættarligu støðuni, har tosað verður um ein nýggjan felagsskap við Danmark, har Føroyar hava fullar uttanríkispolitiskar heimildir sum sjálvstøðugur statur, sigur løgmaður, at tað verður ikki broytt.
– Faktiskt vísir hetta, at vit framvegis hava allar tær avbjóðingar vit hava havt, men fyri júst WTO ber hetta til. Eg kann ikki koma í tankar um nakran annan felagsskap, sum loyvir hetta. Heldur ikki Norðurlandaráðið, uttan so at helsingforsavtalan verður broytt, so hon loyvir ikki-statum at vera limir. ES loyvir heldur ikki slíkum, sigiur løgmaður.
Tað sum landsstýrið hevur hildið upp á í hesum máli er, at Føroyar, sum sjálvstøðugt tolløki, saktans kann gerast limur í WTO uttan at tað er í stríð við grundlógina.
– Eg havi sjálvur, eins og dugnaligu løgfrøðingarnir í Landsstýrinum, verið ósamdur við tulkingina hjá danska løgmálaráðnum, sigur løgmaður.
– Og tað er stórt rós til okkara løgfrøðingar, at Hægstirættur nú hevur staðfest hetta, sigur Aksel V. Johannesen.
– Men tað er harmuligt, at at tað hevur tikið so nógv ár at koma til hesa niðurstøðu, tí at danska løgmálaráðið hevur pástaðið nakað annað, sigur hann.
Landsstýrið fer nú at venda sær til donsku stjórnina at fáa loyvi at søkja um limaskap í WTO, og so verður umsóknin orða, góðtikin í uttanlandsnevnd, og send heimshandilsfelagsskapinum.
Tað heldur løgmaður ikki fer at taka drúgva tíð. Men hann hevur lati sær fortalt, at viðgerðartíðin í WTO kann vera eini 2-3 ár, so tað gongur helst ein løta, at limaskapur er fingin.
Men hvat er tað fyrsta, sum løgmaður væntar at fáa burturúr WTO limaskapi.
##med2##
– At tað verður lættari at fáa fríhandilsavtalur, tí tú ert limur í WTO. Tí tá man ger handilsavtalur, so verður spurt eftir ávísum skráum, men vit skulu framveg samráðast við hvørt einstakt land, tað er ógvuliga trupult. Vit eru bara 55.000 fólk, so tað er ikki serliga áhugavert fyri ein stóran marknað at gera avtalur við okkum, sigur løgmaður.
WTO limaskapur er eitt stórt framstig, men enn bíðar at fáa tær uttanríkispolitisku heimildarlógirnar, sum geva okkum rætt til limaskap í øðrum heimsfelagsskapum.
– Tá er tað ein fortreyt, vit eru okkara egni statur, og tí mugu vit broyta ríkisfelagsskapin soleiðis, at vit eru okkara egni statur í ríkisfelagsskapi við Danmark, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.