Men vit leggja dent á, at løgtingið verður arbeiðsført, segði Helena Dam á Neystabø í samrøðu við Útvarpið í kvøld.
Vit eru ikki longur í samgonguni, og politikkur er at finna kompromis, so er greitt, at vit kenna okkum leysari nú, tá vit ikki longur eru partur av samgonguni - og tískil ikki hava fyri neyðini at stuðla politikki samgongunnar.
Politiska støðan er í kvøld ógreið. Stóru andstøðuflokkarnir, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin siga, at val eigur at verða skrivað út sum skjótast - men um meiriluti er fyri at leggja misálitisuppskot á løgmann og harvið á samgonguna, er ikki greitt enn.
Landsstýrið kann arbeiða víðari og royna at finna semju frá málið til mál, men tað krevur so, at andstøðuflokkarnir ikki atkvøða ímóti landsstýrinum í tinginum, eitt nú tá fíggjarlógin seinni í mánaðinum skal samtykkjast.
Samgongan hevur nú 15 tingmenn aftan fyri seg. Sambandsflokkurin hevur sjey, Fólkaflokkurin hevur seks og Verkamannafylkingin hevur tveir.
Í andstøðuni eru 16 tingmenn. Javnaðarflokkurin hevur fimm, Tjóðveldisflokkurin hevur fýra, Kristiligi Fólkaflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin hava hvør sínar tveir og Verkamannafylkingin í andstøðu hevur ein. Afturat hesum kemur Finnbogi Arge, sum tók seg úr Sambandsflokkinum eftir misnøgd við politiska handalagið hjá løgmanni.