Sjálvstýrisflokkurin er munandi styrktur, og nú er tað meira sannlíkt, at flokkurin kann fáa tvey tingfólk heldur enn at detta úr løgtinginum.
Tað heldur Árni Gregersen, politiskur eygleiðari, eftir formansskiftið í flokkinum í morgun. Jógvan Skorheim tekur við eftir Kára P. Højgaard, og báðir stilla upp á løgtingsvalinum seinni í ár.
- Hetta er ein bjargingarkransur til Sjálvstýrisflokkin og Kára P. Højgaard. Flokkurin er munandi styrktur nú, og umboðanin í løgtinginum tykjast púra trygg nú. Tað er helst meira sannlíkt, at Sjálvstýrisflokkurin kann fara eftir tveimum umboðum í løgtinginum, sigur Árni Gregersen.
Sjálvstýrisflokkurin fekk á seinasta vali 1290 atkvøður, sum svaraði til 4,2 prosent av atkvøðunum. Hetta gav eitt umboð í løgtingið, og tað var Kári P. Højgaard.
Veljarakanningarnar, sum eru gjørdar síðani løgtingsvalið, hava stundum sent Sjálvstýrisflokkin undir sperrumarkið, men teir seinastu hava verið jaligari og hava givið flokkinum umboðan í løgtinginum.
- Í øllum førum er hetta ein vinningur fyri bæði Sjálvstýrisflokkin og Kára P. Højgaard, at Jógvan Skorheim er blivin formaður og stillar upp á løgtingsvalinum. Fær Sjálvstýrisflokkurin eisini eitt sterkt valevni í høvuðsstaðnum, so kann flokkurin vinna tvey umboð í løgtinginum á komandi vali, heldur Árni Gregersen.