Sjey føroysk mál í stórsigri hjá KA - Fram tapti

Tað gekk misjavnt hjá føroyingaliðunum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini í dag

Seinnapartin vunnu Áki Egilsnes, Allan Norðberg, Nicolas Satchwell og hinir í KA stórsigur 32-16 á ÍR á heimavølli á Akureyri. Í steðginum var KA á odda 16-9.

Áki Egilsnes skoraði fýra mál, Allan Norðberg skoraði trý mál og Nicolas Satchwell hevði eitt bjargingarprosent uppá 47 prosent.

Í seinna hálvleiki hevði ÍR ein málturk uppá 16 minuttir. Tá økti KA úr 22-15 uppí 32-15 áðrenn ÍR loksins fekk eitt mál aftur.

Talan er um tvey góð stig hjá KA, ið nú er sætta plássi við sjey stigum fyri sjey dystir.

Komandi sunnudag skal KA út til Heimey at spæla móti ÍBV.

Hitt føroyingaliðið, Fram tapti á útivølli 28-34 fyri oddaliðnum, Haukar. Í steðginum var Haukar á odda 20-17. Fram megnaði at minka til 21-22, men so gekk ikki meir, og Haukar øktu til 29-22. 

Tað var tó ein frægur dagur hjá Vilhelmi Poulsen sum skoraði fimm mál fyri Fram í dag. 

Fram, ið eisini hevur Rógva Dal-Christiansen í hópinum liggur á áttanda plássi við sjey stigum. 

Mánadagin 15. februar hevur Fram heimadyst. Tá kemur Selfoss á vitjan. 

Støðan:

Lið:
Haukar7 dystir204:17012 stig
Valur8234:21810
FH7198:1799
ÍBV6174:1619
Afturelding6146:1449
KA7 dystir183:1677 stig
Selfoss5130:1247
Fram8 dystir190:1967 stig
Stjarnan6156:1625
Grótta8197:2045
Þór Ak.7162:1882
ÍR7161:2220