Orð og myndir: Dávur Winther

Myndir: Borgarstjórin setti Sjómannadagin

Fyrrapartin komu seglskipini á Klaksvík og løgdu at kai, innast í krókinum við Stórukai.

Orð og myndir: Dávur Winther

Skipini, sum løgdu at kl. 10, vóru sluppirnar Jóhanna, Westward Ho, Dragin, Brimnes, Norðlýsið, Thorshavn og Norðan.

 

Merkið vundið á strong

 

Tað er altíð ein serliga hátíðardámur, tá ið umboð fyri manninga, ið hevur longstu leið til Føroya Sjómannadag, heysar Merkið á Stong, meðan tjóðsangurin verður sungin.

 

Soleiðis varð eisini hesaferð, har menn tóku kollin av høvdinum og sungu sannførandi øll trý ørindini av tjóðsanginum.

 

Síðani varð boðið til stórt morgunmatarborð í stóra teltinum. Tó at teltið var stórt, so var tað at kalla á tremur, og onkur sløddist uttanfyri eisini.

 

So sigast má, at tó at veðrið ikki júst háttaði sær av tí besta við regni, so settust fólk ikki aftur – har var hópin av fólki

 

##med2##

 

Vælkomin

 

Karl Johannesen, borgarstjóri, bjóði eftir ein góðan kaffimunn vælkomin og hugleidd um sjóliv sítt, sum byrjaði á Flemish Kap.

 

Borgarstjórin tók til at tey fimm árini hann hevði á sjónum, høvdu verið honum góð barlast í lívinum, áðrenn hann fór undir lestur – og havi hesi árini á sjónum gagnað honum dagliga í øllum yrkum sínum.

 

Borgarstjórin, Karl H. Johansen tók m.a. soleiðis til:

 

”Tey fimm árini frá tí eg fór úr skúlanum og víðari at nema mær útbúgving, vóru fleiri persónar, sum fingu ein týðandi lut í mínum lívsins skúla.

 

Eg kann m.a. nevna: Martin í Søldafirði, Absalon Johannesen, Levi hjá Dáva, Frits á Háenni og Palla hjá Mariannu. 

Eg kann til stuttleika nevna, at vóru vit onkuntíð hugtungir og longdust heim, so var kokkurin, Ressi besti sálarrøktari, ið kundi lætta um og fáa okkum í betri lag”.

 

##med3##

 

Landsstýrismaðurin setti Føroya Sjómannadag

 

Eftir borgarstjóran kom Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum á pallin og setti Føroya Sjómannadag.

 

Hann handaði eisini bestu skipum og bátum í Føroyum heiðursmerki.

 

Ein góð løta við skiftandi veðri, men seinnapartin verður hann mera vestligur, sum plagar at vera gott her norðuri.

 

##med4##

 

Her niðanfyri verður røðan hjá borgarstjórin, Karl H. Johansen endurgivin:

 

Góðan morgun øll somul!

 

Eg fari at bjóða tykkum øllum hjartaliga vælkomin.

 

Sjómannadagar eru aftur á skrá, og er hetta tí ein gleðisdagur fyri bæði børn og vaksin.

 

Hetta afturvendandi tiltakið, sum eg havi so ómetaliga stóra virðing fyri, boðar frá, at fólkið, ið her býr, hevur eitt heilt serligt tilknýti til sjógvin og sjóvinnuna.

 

Í 2022 er hetta ikki ein sjálvfylgja. Samfelagið er ómetaliga nógv broytt síðan eg fyrstu ferð fór til skips 16 ára gamal. Mín fyrsti túrur gekk yvir á Flemish kap við Pison, sum nú liggur svínabundin beint niðan fyri hjá okkum, og hevur sanniliga tænt fyri seg.

 

##med5##

 

Næsta skipið eg var við liggur eisini har. Fjalshamar. Ein tann fyrsti línubáturin, sum tí eisini var eitt ógvuliga framkomið skip tá.

 

Ung í dag hava nógvar møguleikar, og fyri tey, har sjólívið ikki er ein partur av familjulívinum, har er lætt at yppa øksl, tá ið orð sum stampar, lína, trol, húkar, hespur og kvotur mynda samrøðurnar.

 

Ein slíkur dagur, har hetta verður tikið fram, sum nakað heilt natúrligt, er við til at halda lív í vinnuni, men avgjørt eisini við til at gera sjógvin og sjóvinnuna dámliga og ikki minst fólksliga.

 

***

 

##med6##

 

Nú eg nevndi hespur, so kann eg reypa fyri tykkum, at eg eri Føroyameistari í at vinda hespu upp í noða.

 

Í 2013 vóru Sjómannadagar hildnir á Stongunum. Tá varð eisini skipað fyri kappingum. M.a. at vinda hespu upp í noða.

 

Rópt varð eftir mær og Jóruni um at luttaka, og lokkað var við einari sveimandi nátt á Hotel Føroyum.

 

Jórun svaraði: ”Hann tímir ikki á hotel við mær”. TAÐ vildi eg ikki hava sitandi á mær.

 

Vit luttóku og endin var at vit vunnu, og Jórun fekk eina ógloymandi nátt á Hotel Føroyum saman við mær.

 

Árið eftir luttók eg saman við yngstu dóttir okkara, Duritu. Mín sann, um vit ikki eisini vunnu.

 

Fyri at tað ikki skal vera lygn, so luttók eg saman við eldru dóttrini, Anniku í 2015, og vit vunnu eisini.

 

Eg kann tí reypa mær av at hava tryggjað allari familjuni sveimandi nætur á Hotel Føroyum, og ikki minst kann eg kalla meg trý faldaðan FM vinnara í at vinda hespu upp í noða!

 

##med7##

 

***

Tá ið nýggi Christian í Grótinum kom til Klaksvíkar, tá dró eg afturá tíðina, tá ið eg og Palli hjá Mariannu í 1974 svøvnrúsutir fóru mangar útróðrartúrar. 

 

Ein eygleiðing, sum eg gjørdi mær tá, var hansara nærlagni. Hann gekk uppí arbeiðið við lív og sál.

 

Í dag royna vit at eggja fólki til at skyna millum arbeiðsstað og heimstað, men tey sum kendu Palla vita, at hjá honum var ongin skilnaður millum arbeiði og frítíð.

 

Við Havgásini, sum Antonius Olsen átti, var Palli bæ∂i útróðrarformaður, keypti útgerð og avroknaði túrarnar. 

 

Tá ikki kundi farast til útróðrar, heintaði hann meg, og so var farið í bankan. Bilurin varð settur mitt út á vegin meðan Palli gjørdi ørindini í bankanum.

 

Síðan var farið heim til Palla, har avroknað varð í stovuni.

 

##med8##

 

Vit høvdu egnarar, sum egndu akkord og fyri at vita, hvussu nógv skuldi gjaldast út, varð ringt til heimamannin og tølini fyri hvat hvør hevði egnt vóru síðan skrivað á brósti beint vi∂ telefonina.

 

Tá ið várróðurin var, fóru vit fyrst í bankan, síðan á heilsøluna ella snørisvirkið at keypa nailon, húkar og svøvlar. Síðan fóru vit heim til Palla, har vit settu okkum í stovuna at gera dergur.

 

Svøvlar, nailon og húkar vóru goymdir í skuffunum í einum skápi í stovuni.

 

At ganga uppí sítt arbeiði, tað gjørdi Palli, men tað er ein eginleiki, sum eg meti flest øll, sum fara til sjós, útvikla, tí ógvuliga skjótt lærir man, at tað hevur stóran týdning at møta til tíðina og at fullføra dagsins gerning.

 

Tí kemur tú ov seint, ella loysir tú ikki tína uppgávu, so er tað onkur annar, sum skal taka tín part. Tað hóvar teimum fægstu.

 

##med9##

 

***

 

Ofta verður tikið til, at havið tekur og havið gevur.

 

Vit brúka tað í samband við sorgarleik ella gleði um góðan fiskiskap.

 

Í hesum sambandi havi eg hug at leggja afturat, at sjólívið eisini hevur givið mær, og mongum øðrum ungum, eina góða barlast til lívsins skúla.

 

Tey fimm árini frá tí eg fór úr skúlanum og víðari at nema mær útbúgving, vóru fleiri persónar, sum fingu ein týðandi lut í mínum lívsins skúla.

 

Eg kann m.a. nevna: Martin í Søldafirði, Absalon Johannesen, Levi hjá Dáva, Frits á Háenni og Palla hjá Mariannu. 

Eg kann til stuttleika nevna, at sum kokkur umborð á Háenni, á snellutúri í Íslandi, lærdi eg, at man saktans kann fáa góð dampkókaði eplir á gassblussi.

 

##med10##

 

***

 

Eg fari at enda við at takka tykkum fyriskiparum fyri tykkara hugflog og hegni, ið samanlagt skapa eitt stórsligi tiltak, sum styrkir tilknýtið til sjóvinnuna.

 

Hjartans takk fyri, at tit leggja so nógva tíð og orku í at skapa eitt tiltak fyri øll, sum enntá er púra ókeypis fyri okkum, sum vitja.

 

Eisini ein hjartans tøkk til vinnulívið og øll tykkum sjálvbodnu, sum stuðla tiltakinum.

 

Enn einaferð vísa tit stóran vælvilja, sum er til gagns fyri okkara bý, ja alt Føroya land.

 

Góðu tit øll, fyriskiparar, stuðlar, gestir, sjómenn og landkrabbar.

 

Hjartaliga vælkomin til Føroya sjómannadag í Klaksvík!

 

Takk fyri.

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##

 

##med16##

 

##med17##

 

##med18##

 

##med19##

 

##med20##

 

##med21##

 

##med22##

 

##med23##

 

##med24##

 

##med25##

 

##med26##

 

##med27##

 

##med28##

 

##med29##

 

##med30##

 

Orð og myndir: Dávur Winther

Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvík, setti Sjómannadagin