Steðgurin hjá skálamonnum í triði bestu deildini var stuttur hesa ferð. Í fjør endaðu teir aftast í næstbestu deildini og fluttu tískil beinleiðis niður. Eftir javnleikin á útivølli ímóti B36 í næstsíðsta umfarinum er greitt, at Skáli hevur vunnið 3. deild í ár. Skáli skal í síðsta umfarinum spæla á heimavølli ímóti TB. Tá verða gullkrónurnar og steypið handað, og so mugu vit vóna, at tvørámenn møta upp.
Skáli hevur 35 stig. B36 hevur 32 stig, og teir eiga einasta liðið, sum hevur møguleika at røkka sama stigatalið sum oddaliðið hevur. Málmunurin hjá B36 er eitt sindur lakari, enn hann er hjá Skála. Men áðrenn tað verður hugt eftir málmuninum, snýr tað seg um innanhýsis dystirnar, og í tí kappingini er Skáli betri enn B36. Dysturin á Skála í sjeynda umfari endaði 1?0 til heimaliðið. Síðsta sunnudag endaði dysturin í Gundadali 1?1.
Tað er ikki greitt, um B36 fer at fáa silvurkrónurnar, men tað er góður møguleiki fyri, at næstfínastu krónurnar verða handaðar, tá B36 í síðsta umfarinum fer at spæla á Argjum. AB hevur 31 stig, og treytin fyri at teir skulu fáa silvur er, at AB vinnur í síðsta umfarinum.
Um AB tapir ímóti B36 er vandi fyri, at teir missa bæði heiðursmerkini og møguleikan fyri uppflyting. B71 hevur 30 stig, og um AB einki fær ímóti B36, so verður tað nóg mikið hjá B71 við javnleiki í Klaksvík fyri at koma uppum AB. Um bæði AB og B71 enda á 31 stigum, so verður B71 hægri á talvuni, tí teir hava vunnið báðar dystirnar ímóti AB. Á Argjum vunnu teir 4?2, og á heimavølli vunnu teir 3?2.
Sum støðan í 2. deild sær út undan síðsta umfarinum, so verður endaspælið um eitt pláss í næstbestu deildini ímóti LÍF.
Í botninum eru klaksvíkingar, sum í síðsta umfarinum eiga torføran dyst á heimavølli ímóti sandoyingum, illa sperdir. Um KÍ flytir beinleiðis niður, so hava klaksvíkingar framvegis ein møguleika at endurvinna plássið í deildini ? um teir halda tað loysa seg!
Leygardagin vann GÍ finaluna í 4. deild. Tað vil siga, at gøtumenn, sum fluttu niður í fjør, aftur fara at spæla í 3. deild komandi ár. GÍ vann finaluna ímóti KÍ. Tað vil siga, at KÍ hevur møguleikan at spæla um eitt pláss í 3. deild. Tað verður ímóti ÍF ella FS Vágar. Hesi bæði liðini hittast í Fuglafirði í síðsta umfarinum.
FS Vágar?B71
Sambært skipanini skuldi dysturin havt verið í Vágum. Men vágamenn fingu ikki manna lið, tá teir 4. juni skuldu havt spælt á Sandi. B71 vann tann dystin við málmuninum 0?0. Reglarnir siga, at um eitt lið ikki møtir á útivølli, so skulu teir spæla heimadystin á útivølli. Tí vóru vágamenn á Sandi leygardagin.
Fyrra umfarið var rættuliga málríkt. B71 fekk fimm mál. Rúni Mohr stútaði tvey eftir horna, Ib Mohr Olsen skoraði við langskoti, og Kári Sørensen og Eirikur Poulsen vóru leysir í brotsteiginum.
Allan Nielsen minkaði um munin til 3?1, tá hann var leysur í brotsteiginum, og Jóhan Nielsen pyntaði um, tá hann í 2. hálvleiki var leysur í brotsteiginum og skoraði einasta málið í seinna umfarinum.
Eingin ivi var um ? hvørki í 1. ella 2. hálvleiki ? at B71 hevði eitt væl betri lið enn FS Vágar.
B68?AB
Næstbesta liðið hjá B68 hevur havt vánaligasta kappingarárið í heilt drúgva tíð. Men tá teir vóru hóttir av niðurflyting, tóku teir seg saman. AB var rudduliga sett upp á pláss, og av Toftum siga teir, at AB verjan tóktist teimum at vera ótrygg og neyvan nóg góð til 2. deildar fótbólt.
Miðvallarin Olaf Højgaard er ein fínur spælari, sum hevði verið í 1. deild, um hann ikki var sjómaður. Hann venur nógv, tá hann er heima, og tað var klassi yvir málinum, sum hann gjørdi. Eftir at hava sneitt tveir av, spældi hann eitt tvey við Mannbjørn Nesá, sneiddi Gunnleif Rasmussen í AB málinum av sær og trillaði bóltin í málið.
Øssur Jacobsen hevði loyvi at spæla í 3. deild, tí hann var leikbannaður, tá besta B68 liðið var í Runavík, og tí hann ikki kom inn í 1. deildardystinum ímóti HB. Øssur sneiddi fleiri av sær í vinstru, áðrenn hann skoraði við fløtum skoti.
Aksel Højgaard legði B68 framum bæði 3?0 og 4?0, áðrenn AB slapp at svara aftur. Í fyrra førinum var tað eftir góða sending frá Kristiani Poulsen, sum var komin innum verjuna í høgru, og í seinna førinum var talan um kalt einmansavrik. Í fyrstu atløgu drálaði Aksel, men tá fleiri verjuspælarar vóru komnir afturum aftur, sendi veteranurin framvið teimum.
AB hevði ikki nógvar royndir ímóti málinum hjá Jóhan Dávuri Højgaard. Í staðin fyri at beina bóltinum út til horna, royndi ein B68 maður í málteiginum at høla bóltin aftur í spæl, og tað takkaði Svend Poulsen fyri. Seinna AB málið skoraði innskifti Sigurd Justinussen.
B36?Skáli
Toppdysturin var tættur, og hann var undirhaldandi. Av og á var spælið hampuliga gott, og í báðum endum vóru málmøguleikarnir nógvir. Hetta komst ikki minst av, at verjuparturin ikki var tikin í so ógvuliga stórum álvara.
Málverjarnir báðir høvdu nógv at gera, og bæði Leivur Justinussen í Skála málinum og Kaj Niclasen í B36 málinum høvdu nógvar bjargingar. Tummas Eli Hansen var í B36 álopinum. Ivaleyst hevði verjan verið tættari, um fyrrverandi landsliðsmiðverjin hevði verið longri afturi á vøllinum.
Bæði málini vórðu skorað í løtuni kring stegðin. Skáli kom á odda tveir minuttir fyri hálvleik. Bogi Gregersen varð skrásettur sum málskjútti. Í fjør skoraði hann nógv mál, men í ár er samlaða talið ikki stórt. Tað kemst av, at Bogi hevur verið nógv skaddur og tískil ikki hevur spælt serliga nógv.
B36 javnaði tríggjar minuttir eftir steðgin. Málskjútti var Allan Manai, sum saman við Hans Hansen var drívmegin á miðvøllinum. Hjá Skála var tað merkisvert, at Alexander Johansen og Pauli Hansen vóru við aftur. Hin fyrri hevur ikki spælt nakað serligt í ár. Fyrst var hann upptikin av hondbóltinum, og síðani hevur hann verið skaddur. Pauli Hansen spælir eisini hondbólt. Hann hevur verið plágaður, at økslin fleiri ferðir er farin úr lið.
TB?KÍ
Hjá klaksvíkingum longdi tað lívið í deildini, at teir leygardagin fingu øll stigini á Sevmýri. KÍ var leingi oman á, og ábendingar vóru um stórsigur. Eftir kiksað málverjuútspark setti Roy Baldvin hol á, hjálparvenjarin í 1. deild, Bill Jacobsen, økti, tá hann stútaði frísparksinnlegg frá Ólavi Kjølbro í málið, og hjálparvenjarin átti stóran lut í 3?0 málinum, sum Óli Joensen tíðliga í øðrum hálvleiki varð skrásettur fyri. Bill Jacobsen var leysur, tá hann bresti saman við málverjan og noyddist av vøllinum. Bólturin stakk til Óla Joensen, sum trillaði hann í málið.
Í 2. hálvleiki hevði TB nógvar møguleikar. Í 20 minuttir fingu teir trý mál, og alt bendi á, at teir fóru at vinna, men kortini endaðu øll stigini í Klaksvík.
Tvey av TB málunum skoraði Magni Petersen, sum í útgangsstøðuni var í álopinum, men var farin aftur á miðvøllin, tá hann skoraði málini. Tað var týðuligt, at Magni Hentze framvegis var darvaður av skaðanum, sum hann hevur í alboganum.
TB trýsti síðstu løtuna nógv fyri at fáa sigursmálið, men so gekk tað, sum tað so ofta gongur í fótbólti. Kroysta liðið fór í skjótt mótálop, og tað eydnaðist Allani Poulsen at skora sigursmálið. Tá vóru tríggir minuttir eftir, og so helt KÍ tætt.
Síðsta umfarið fer at vísa, um tað var nóg mikið til at KÍ eisini komandi ár fer at luttaka í 3. deild.
ÍF?VB
Jákup Baldvinsson var høvuðsleikari, tá ÍF tók eitt stórt stig fyri at bjarga sínum liði undan niðurflyting. Hann skoraði øll trý málini í 3?0 sigrinum, sum var væl uppiborin.
Í 1. hálvleiki skoraði hann eina ferð. John Thomsen sendi stikkbólt í vinstru, og Jákup Baldvinsson sendi í netið aftanfyri Finnboga Olsen.
Í 2. hálvleiki legði Sigfríður Abrahamsen tvær ferðir upp til mál, sum Jákup Baldvinsson skoraði. Í fyrra førinum var talan um flatan bólt, sum málskjúttin sendi flatt í handara síðunetið, og í tí seinna førinum var talan um høgan bólt upp um verjuna. Jákup Baldvinsson snittaði upp um málverjan og hevði harvið gjørt hattrikk.
ÍF hevði trygga verju, men spælið var ikki serliga sannførandi. Heimaliðið hevði onkran stóran málmøguleika, sum teir misnýttu. VB var ikki serliga vandamikið. Teir høvdu onkur hornaspørk, men einki kom burturúr.
Úrslit
17. umfar
FS Vágar?B71 2?5 (1?5) Dysturin varð spældur á Sandi
0?1: Kári Sørensen 3.
0?2: Ib Mohr Olsen 6.
0?3: Rúni Mohr 20.
1?3: Allan Nielsen 26.
1?4: Rúni Mohr 34.
1?5: Eirikur Poulsen 42.
2?5: Jóhan Nielsen 57.
B68?AB 4?2 (3?0)
1?0: Olaf Højgaard 25.
2?0: Øssur Jacobsen 34.
3?0: Aksel Højgaard 36.
4?0: Aksel Højgaard 58.
4?1: Svend Poulsen 66.
4?2: Sigurd Justinussen 80.
B36?Skáli 1?1 (0?1)
0?1: Bogi Gregersen 43.
1?1: Allan Manai 48.
TB?KÍ 3?4 (0?2)
0?1: Roy Baldvin 17.
0?2: Bill Jacobsen 24.
0?3: Óli Joensen 50.
1?3: Magni Petersen 54.
2?3: Hallur Christiansen 66.
3?3: Magni Petersen 75.
3?4: Allan Poulsen 87.
ÍF?VB 3?0 (1?0)
1?0: Jákup Baldvinsson 17.
2?0: Jákup Baldvinsson 51.
3?0: Jákup Baldvinsson 53.
18. umfar
24. september
ÍF?FS Vágar
VB?B68
AB?B36
Skáli?TB
KÍ?B71
Máltindurin
Svend Poulsen AB 22
Aksel Højgaard B68 15
Kristoffur Vidtfeldt B71 15
Petur Niclasen FS Vágar 14
Pauli Hansen Skála 12
Signar Johannesen AB 11
Magnus Simonsen FS Vágar 11
Egill Steintórsson VB 10
Oddbjørn Joensen AB 9
Jákup Baldvinsson ÍF 9
Per Joensen VB 9
Regin Arge B36 8
Kaysten Rasmussen Skála 8
Hallur Christiansen TB 8
Kaj Roest TB 8
Hans Christian Djurhuus Skála 7
Marius Joensen Skála 7
Jákup Olsen B68 6
Páll á Reynatúgvu B71 6
Jógvan Arnfinn Jacobsen ÍF 6
Ken Bærendsen ÍF 6
Kári í Lágabø VB 6
Tumas Eli Hansen B36 5
Eirikur Poulsen B71 5
Aksel Johannesen KÍ 5
Eyðun Svalbard TB 5
Jóhannes Johannesen TB 5