Kappingin um gull og silvur krónurnar sær út til at gerast tættari, enn tað leingi vóru ábendingar um. Skálamenn, sum hava lagt av at rógva kapp, savna seg nú um fótbóltin. Úrslitini hava verið góð tær seinastu ferðirnar, og um tað ikki fer at órógva ov nógv, tá teir nú aftur fara at fyrireika seg til eitt nýtt kappingarár í hondbólti, so kundi tað væl farið at laga seg soleiðis, at teir í AB fara at fáa kapping um plássið, sum ber beinleiðis uppflyting til næstbestu deildina við sær.
Munurin er ikki serliga stórur millum tey fremstu. AB og Skáli hittast á Argjum 13. august. Úrslitið av tí dystinum fer at verða rættuliga avgerandi fyri, hvussu tað fer at laga seg.
Í botninum gongur tað bara skeiva vegin hjá klaksvíkingum, sum enn eina ferð taptu syndarliga stórt. Um gongdin tær seinastu ferðirnar undan summarfrítíðini fer at halda fram, so skal KÍ bara spæla tvær ferðir eftir summarfrítíðina, áðrenn eitt hundrað mál eru farin ígjøgnum hjá teimum.
Tað stendur eisini illa til hjá ÍF. Hjá teimum er talan um næstbesta liðið. Teir hava bara vunnið tvær ferðir í teimum fyrstu tíggju dystunum.
Annars er tað stórur munur á, at tað gongur betur at fáa dómaraseðlarnar til vega nú, enn tað gjørdi inntil fyri nøkrum heilt fáum árum síðani. Í so máta tykist tað rigga væl í so at siga øllum feløgunum.
FS Vágar?B68
Tá fyrra umfarið var hálvrunnið, hevði Jákup Olsen longu skorað tvær ferðir fyri gestirnar, og alt bendi á, at teir skuldu fara við øllum stigunum úr Vágm. Men so varð ein av toftamonnunum útvístur, og í 2. hálvleiki var tað akkurát so, at B68 fekk javnleik og harvið eitt stig.
Jógvan Hendrik Samuelsen ella Hegga er heima í summarfrí, og hann skoraði eitt av málunum hjá FSV. Kanska hann verður at síggja á besta liðnum í august. Olaf Højgaard hevur tey seinnu árini verið evnaríkur miðvallari á besta B68 liðnum. Hann spælir ikki á høgum støði longur, tí hann er sjómaður. Í frítíðini er hann góður fongur hjá 3. deildarliðnum, og hann skoraði eitt mál hesa ferð. Janus Thomsen, sum onkuntíð hevur verið í 1. deild, javnaði til 5-5 í evstu løtu.
ÍF?B36
Kanska var miðalaldurin hjá fuglfirðingunum bara tað hálva av tí, sum hann var hjá gestunum úr B36, sum tað hesa ferð eydnaðist at manna lið hjá. Í 1. hálvleiki dugdu ungu fuglfirðinganrir ikki at gera nyttu av, at teir ivaleyst orkaðu væl meira enn mótstøðumenninir. Ferðin var lág, og møguleikarnir vóru fáir.
Bara ein lítil løta var farin av seinna umfarinum, tá royndu B36 menninir settu tingini upp á pláss. Regin Arge setti hol á, tá hann var fyrstur á returbólti eftir roynd frá Sigfríða Clementsen. Jákup Mørk hevði møguleika at økja til 2-0, men hann spældi uppaftur leystari Sigfríða Clementsen. Jákup hevði eisini næstsíðsta fótin á, tá Tummas Eli Hansen økti til 3-0. Skotið hjá arbeiðssama ítróttarblaðmanninum fór í stólpan og út til fyrrverandi landsliðsmannin.
Tummas Eli var í álopinum hjá B36, og tað var hann, sum spældi álopsfelagan Sigfríða Clementsen leysan, so hesin kundi økja til 4-1. Ólavur Ellingsgaard, sum var einasti veteranurin á ÍF liðnum, minkaði um munin til 3-1, og Viggo Johannesen pyntaði um til 2-4.
VB?TB
Jóansøkudysturin varð fingin frá hondini longu fríggjakvøldið. Tað var ikki serliga nógvur futtur í, men lítil ivi var um, hvør átti tað betra liðið.
Einki mál kom undan steðginum. í 2. hálvleiki stútaði Marner Richard heimaliðið framum, og fyrrverandi TB venjarin, Egil Steintórsson, staðfesti heimasigurin. Veteranurin tykist skora í so at siga hvørjum dysti.
Vágbingar eru við í kappingini um bronsukrónurnar, og tvørámenn eru nøgdir við, at teir higartil væl og virðiliga hava megnað at hildið niðurflytingarvandanum langt frá sær.
Skáli?KÍ
Í fyrsta umfarinum vóru skálamenn í Klaksvík. Fyrsta umfarið í 3. deild varð spælt sama dag sum fyrsta umfarið í 1. deild. Fyrsta umfarið í 2. deild varð spælt eina viku seinni. KÍ vann í fyrsta umfarinum móti Skála. Teir á Skála hildu seg vera óhepnar ta ferðina, tí teir høvdu næstbestu klaksvíkingarnar sum mótstøðumenn.
Síðani tá hevur tað so spakuliga gingið rætta vegin hjá Skála. Ta seinnu tíðina hevur tað hilnast meira enn illa hjá KÍ. Klaksvíkingar fingu ein mann útvístan í 1. hálvleiki, men tá var munurin longu so mikið stórur, at tað ikki hevði stórvegis týdning fyri gongdina.
Úrslit
10. umfar ? 25. juni
FS Vágar?B68 5?5 (0?2)
0?1: Jákup Olsen 14.
0?2: Jákup Olsen 24.
1?2: Jónsvein Olsen 48.
2?2: Jógvan H. Samuelsen 53.
3?2: sjálvmál 55.
3?3: Jákup Olsen 57
3?4: Olaf Højgaard 61
4?4: Hilmar Hansen 70.
5?4: Eyðfinn Fjalsbak 72.
5?5: Janus Thomsen 90.
Reytt kort: Arnfinn Olsen, B68, 36.
ÍF?B36 2?4 (0?0)
0?1: Regin Arge
0?2: Sigfríður Clementsen
0?3: Tummas Eli Hansen
1?3: Ólavur Ellingsgaard
1?4: Sigfríður Clementsen
2?4: Viggo Johannesen
VB?TB 2?0 (0?0)
Dysturin varð leiktur 23/6
1?0: Marner Richardt
2?0: Egill Steintórsson
AB?B71 2-4
Varð leiktur 21/6 og umrøddur í farnu viku
Skála?KÍ 14?3 (5?0)
1?0: Pauli Hansen 4.
2?0: Pauli Hansen 20.
3?0: Marius Joensen 25.
4?0: Jón Rasmussen 29.
5?0: Pauli Hansen 40.
6?0: Niels Thomsen 53.
7?0: Annfinn Joensen 59.
8?0: Hans Chr. Djurhuus 61.
9?0: Bent Djurhuus 67.
10?0: Jørmund Joensen 69.
10?1: Christian Andreasen 70.
11?1: Pauli Hansen 72.
12?1: Jørmund Joensen 74.
13?1: Jørmund Joensen 81.
14?1: Hans Chr. Djurhuus 83.
14?2: Bárður Andreassen 86.
14?3: Bogi Isaksen 89.
Reytt kort: Sámal Henriksen 33.
(gult og beinleiðis reytt)
Máltindurin
Signar Johannesen AB 11
Kristoffur Vidtfeldt B71 11
Oddbjørn Joensen AB 9
Pauli Hansen Skáli 9
Egill Steintórsson VB 9
Aksel Højgaard B68 8
Kaj Roest TB 8
Jákup Olsen B68 6
Kári í Láabø VB 6
Svend Poulsen AB 6
Regin Arge B36 5
Hallur Christiansen TB 5
Eyðun Svalbard TB 5