Tann stóri tabuspurningurin, sum hevur verið í andglettinum seinastu tíðina, er hvørt landsstýrisfólk og løgmaður skulu hava meira í løn. Í hesum borgarligu tíðum er tað alt annað enn óvæntað, at talan nú er um at hækka samsýningarnar hjá okkara kosnu politikarum. Eg má siga, at samstundis sum, at vit frætta um sparingar á øllum frontum, hoyra um arbeiðsleysar føroyingar, sum flýggja av landinum í besta 90'ara kreppu stíli, er tað ikki sørt provokerandi at frætta, at ein nevnd (sum stjórnin hevur sett) heldur, at løgmaður skal hava meira í løn.
Men kjakið, sum hetta hevur ført við sær í almenna rúminum er í veruleikanum tað, sum er rættiliga hugvekjandi. Tí mong eru tey, sum hava ført fram, at lønin hjá eitt nú løgmanni skal vera at meta við lønir í privatu vinnuni, tí annars er vandi fyri, at vit ikki fáa tey klókastu høvdini at stýra landinum.
Okey, eg skilji, at tað er týdningarmikið, at samsýningin á onkran hátt er nøktandi. Men samstundis ræðist eg eitt samfelag, sum verður stýrt av teimum, sum síggja landsins týdningarmestu sessir sum kapitalistiskar løtuvinningar. Tað er allarhelst rætt, at skulu vit lokka høgt lærd fólk at bjóða seg fram til landsins leiðslu, so er neyðugt, at lønin er nøktandi - at ein landsstýrismaður og løgmaður klára at svara hvørjum sítt, og kanska hava ráð til ein betri bita, eina uttanlandsferð og ein lekkran bil. Men skulu vit leggja lønarstøðið eftir hvat hendir í privatu vinnuni, so er spurningurin hvønn part av privatu vinnuni vit vilja samanlíkna tað almenna við. Skulu okkara kosnu hava løn eftir hvat stjórin í BankNordik ella Eik fær? Ella hvat við stjórunum í Bakkafrokst? Skulu vit leita land og ríki upp eftir tí føroyingi, sum tjenar allarmest, og so leggja almennu samsýningarnar eftir tí?
Sjálvsagt skulu landsstýrisfólk og løgmaður hava góða løn. Men at samanbera hesar lønir við tær privatu er høpisleyst. Tað gevur í mínum hugaheimi onga meining, at nýta tann privata lønarstigan sum grundarlag undir almennu lønunum, tí vit vita, at fleiri føroyingar tjena nógvar milliónir um árið, meðan onnur í privatu vinnuni ikki tjena serstakliga nógv meira enn ein vanligur arbeiðsmaður. Argumentatiónin má vera, at tað skal ikki vera ein fíggjarligur smeitur at bjóða seg fram at stýra landinum. Men tað skal í øllum førum heldur ikki vera lønin, sum lokkar. Størsta hóttanin móti føroyska samfelagnum eru breyðpolitikarar, sum ikki hava eina hugsjón, ein dreym, eina visión um hvussu føroyska samfelagið skal vera, men bert ynskja sær vald og status uppá okkara bekostning.
Latið endeliga landsins hægstu fáa eina rímiliga løn. Men latið ikki lønina gerast so høga, at tað er hon, sum drívur verkið. Latið ikki kapitalismuna gerast ein berandi faktorur innan samansetingina av okkara stjórn í framtíðini.