Kári P. Højgaard, landssýrismaður í innlendismálum, er nú kallaður á fund við bæði Fíggjarnevndina og Rættarnevndina hjá løgtinginum, har hann skal greiða frá ætlanini at gera undirsjóvartunnil undir Tangafjørð, ímillum Streymoy og Eysturoy.
Tað verður klokkan 11.30 í morgin, fríggjadagin, at Kári P, Højgaard skal í samráð í báðum nevndunum og har skal hann svara 10 spurningurin, sum nevndirnar vilja hava greiði á um Eysturoyartunnilin.
Orsøkin til, at Kári P. Højgaard er boðsendur á fund, er, at tingfólk halda, at tey eru alt ov illa kunnað um hesa størstu verkætlan í Føroya søgu, tí alt er farið fram í størstu loynd.
Samstundis hevur tað loypt hvøkk á, at ætlanin er at undirskriva sáttmála um tunnilin longu hósdagin í næstu viku, tað er 27. juni.
Spurningarnir eru hesir:
1. Er tað rætt skilt, at landsstýrismaðurin tann 27. juni 2013 fer at undirskriva sáttmálan við eitt felag, ið fær einkarrættin til at byggja og reka undirsjóvartunnilin undir Skálafjørð og Tangafjørð?
2. Nær byrjaðu samráðingarnar við hetta felagið um at byggja undirsjóvartunnil? Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvat innihaldið er, ið skal skrivast undir tann 27. juni 2013?
3. Hvør er heimildin hjá landsstýrismanninum at skriva undir ein sátttmála við eitt felag, ið fær einkarætt til at byggja og reka undirsjóvartunnilin, ið ikki er latin út í fría kapping?
4. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvørja heimild hann hevur at gera sáttmálan, tá ið hon sambært lógini datt burtur tann 1. august 2011?
5. Hvat kostar verkætlanin, og undir hvørjum treytum bindur felagið seg til at gjøgnumføra verkætlanina? Ber til hjá felagnum at sleppa burturúr avtaluni og fyri hvønn prís?
6. Hevur landið nakra skyldu mótvegis verkætlanini, um felagið ikki megnar at gjøgnumføra verkætlanina?
7. Fyriliggur nøkur avtala um, at landið kann yvirtaka verkætlanina?
8. Í hvørjum standi skal tunnilin vera, tá ið einkarætturin endar og verður latin landinum aftur?
9. Hevur landsstýrismaðurin gjørt metingar um fíggjarliga vágan og fíggjarliga avkastið hjá verkætlanini, og hvørjar eru tær?
10. Hvørjar útreiðslur standast av verkætlanini fyri tað almenna, til dømis broytt vegaføring, nýggir vegir v.m.
Tá ið spurningarnir eru svaraðir, fara tingfólk at taka støðu til, hvat so skal henda í málinum. Ein møguleiki er, at svarini verða góðtikin og at fyrireikingin hjá landsstýrismanninum heldur fram.
Men ein annar møguleiki er, at Løgtingið verður kallað saman at viðgerða málið.