Skála vann søguligan sigur

Fyrsti sigurin yvirhøvur ímóti Víkingi ber við sær, at skálamenn nú eru omanfyri niðurflytingarstrikuna

Tað var dramatikkur fyri allar pengarnar, tá ið Skála ÍF hevði vitjan av favorittunum í Víkingi. Úrslitið var, at Skála ÍF vann 2-1, og tað var heilt merkisverdur sigur. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at skálamenn bastu Víkingi í landskappingardysti síðani, at Víkingur í 2008 sá dagsins ljós sum felag. Áður høvdu tað verið tvey feløg – LÍF í Leirvík og GÍ í Gøtu.

 

Úrslitið í kvøld ber við sær, at Skála ÍF hevur 17 stig og hevur sama stigatal sum EB/Streymur, ið er á sjeynda plássi. Skála er á áttanda plássi, og undir niðurflytingarstrikuni eru 07 Vestur við 16 stigum og B68 við 15 stigum.

 

Úrslitið er eisini merkisvert á tann hátt, at hetta var fyrsti dystur hjá Skála ÍF, síðani Pauli Poulsen í vikuni, sum fór, fór frá sum venjari hjá Skála ÍF. Á beinkinum í kvøld vóru Ari Ó. Ellingsgaard, sum higartil í ár hevur verið hjálparvenjari, og Jákup Jakobsen, sum inntil summarsteðgin var liðformaður og álitismaður í miðverjuni.

 

Fyrstu løtuna bendi einki á, at tað ikki fóru at vera favorittarnir í Víkingi, sum fóru at fara undan Mýruhjalla við fullari úrtøku.

 

Longu í øðrum minutti legði Víkingur seg á odda. Aron Benjaminsen sneiddi seg leysan í høgru, áðrenn hann næstan av baklinjuni smekkaði til. Bólturin tók í ein av verjuspælarunum og datt so inn um málstrikuna við nærra stólpa.

 

Heimamenninir spældu við stórum eldhuga og vóru væl meiri stríðsfúsir, enn teir vóru, tá ið teir mánakvøldið taptu 4-0 í Runavík, og tá ið eitt korter var farið, javnaðu teir til 1-1. Úr 20 metrum og mitt fyri sendi Bjarti Thorleifsson við frísparki bóltin omanfyri manngarðin og í málið og so var 1-1.

 

Tá ið ein tími var farin, varð Mórits Heini Mortensen, sum í summar skifti úr NSÍ og yvir á Skála, skiftur inn á liðið hjá Skála. Og tá ið tað restaðu 12 minuttir, var tað Mórits Heini Mortensen, sum eftir upplegg frá Silasi Gaard skoraði 2-1 sigursmálið hjá Skála.

 

Hetta var fyrsta málið hjá Móritsi Heina Mortensen í bestu deildini í ár.

 

Síðstu løtuna royndi Víkingur at spenna álopsbogan, og tað vóru onkrar heilt spentar støður í brotsteiginum hjá heimaliðnum, har Hans Jákup Arngrímsson, sum í vetur flutti úr Víkingi og til Skála, stóð stinnur millum stólparnar. Næst við at fáa mál og javna til 2-2 var Víkingur, tá ið Aron Benjaminsen eftir innlegg úr vinstru og úr 10 metrum smekkaði til, og bólturin brast í tvørtræið og niður í vøllin.

 

Tapið hjá Víkingi var tað fyrsta síðani 6. apríl, tá ið Víkingur í fjórða umfari tapti 1-0 í Klaksvík. Eftir 19 umfør er Víkingur á fimta plássi við 32 stigum. Tað er eitt stig fram til HB og B36, tvey stig fram til KÍ og átta stig fram til Víking.

 

Fríggjakvøldið fær Víkingur vitjan av B36.

 

Sunnudagin fer Skála ÍF at spæla lykladyst í kappingina um at sleppa undan at flyta niður. Tað verður ímóti B68 á Svangaskarði.