Hanus Sørensen og liðfelagarnir í Aluminij kunnu fegnast um fyrsta sigurin í bestu slovensku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið.
Á útivølli eydnaðist tað Aluminij at vinna 3-1 á Kalcer Radomlje. Hanus var á vøllinum í 84 minuttir áðrenn hann var skiftur út.
Stóra hetjan hjá Aluminij var Bede Amarachi Osuji, ið skoraði reint hattrick innanfyri 18 minuttir í fyrra hálvleiki.
Aluminij hevur fimm stig fyri fýra dystir, og teir eru nummar seks í deildini.
Komandi fríggjadag klokkan 16.30 hevur Aluminij dyst á heimavølli móti Grosuplje.











