Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg-Aarhus spældu í dag stórsteypadystin - Super Cup - móti verandi meistarunum, Aalborg í Arena Randers.
Verandi meistararnir vóru aftur ov sterkir, og endaði dysturin við 31-28 sigri til Aalborg, ið var á odda 17-16 í steðginum.
Jóhan var toppskjútti hjá Skanderborg-Aarhus við sjey málum. Jóhan skoraði upp á fýra av fýra brotskøstum.
Mikudagin klokkan 17 leggur Skanderborg-Aarhus fyri í bestu donsku hondbóltsdeildini við dysti á heimavølli móti Ringsted.











