Skatturin hjá vanligum fólki skal lækkast

Javnaðarflokkurin vil lækka skattin hjá vanligum fólki, uttan at ræna pengarnar frá framtíðar ættarliðum

Aksel V. Johannesen
-----
Í vikuni var ein grein á in.fo har tað stóð, at Javn­aðar­flokk­­urin vil avtaka flat­skatt­in.
Hetta hevur eftir øllum at døma fingið onkran at halda, at Javnaðarflokkurin ætlar at hækka lønarskattin ella at venda aftur til somu skattaviðurskifti, sum vóru galdandi undan síðsta vali.
Tað ætla vit ikki!

Fólkafloksleiðin
Undan síðsta vali vóru tveir flokkar, sum lovaðu at lækka skattin. Annar var Fólka-flokkurin, sum uttan fyrilit fyri samlaða búskapin lovaði, at tey, sum tjena mest, skuldu fáa stóran lætta.
Tað hava tey nú fingið. Men pengarnir eru lutvíst tiknir frá teimum, sum tjena minni - og serliga frá børnum okkara. Hesin skatta­poli­tikk­ur er fíggjar­liga full­komiliga ábyrgdar­leysur.
Gjáin millum ríkar og fá­tækar føroyingar er blivin djúpari enn nakrantíð, lands­kassans undirskot er stórt - og sviðin verður øgiligur, tá teir mongu pensionistarnir um nøkur ár ongan skatt fara at rinda.
Fólkaflokkurin stýrir púra einsamallur - og landið er á katastrofukós.

Javnaðarleiðin
Eisini Javnaðarflokkurin fór m.a. til val uppá, at vit skuldu lækka skattin.
Endamálið var at lætta um hjá fólki við meðal- og láginntøku. Hetta hava hesi fólk tørv á - og tað hevði eisini verið gagnligt fyri samlaða búskapin, tí teir pengar, hesi fólk høvdu fingið afturat, høvdu farið beint út aftur í nýtslu, og harvið sett ferð á samfelagið.
Tá tey, sum tjena 50.000 um mánaðin, fáa fleiri 1000 krónur í skattalætta frá Jørg­en (og Kaj Leo) - so fara peng­arnir IKKI í umfar. Hesi fólk hava jú ikki so stóran tørv á vaksa um sína nýtslu.
Hóast tað er lætt og kann geva atkvøður, so fer Javn­aðarflokkurin ikki at geva lyfti, sum eru búskapar­liga ábyrgdarleys. Og vit geva ikki skattalætta fyri pengar, sum vit ræna frá framtíðar ættarliðum.
Javnaðarflokkurin vil hava eina stigvaksandi skatta­­skipan. Hetta skal ikki ger­­ast við at hækka lønar­skatt­­in, men við at lækka løn­ar­­skattin hjá lág – og meðal­­inn­tøkunum.
Okkara uppskot er, at vit breiðka inntøkugrundarlagið hjá landskassanum. Í løtuni liggur ein ov stórur partur av skattinum á lønunum - vit halda, at munandi meira kann fáast inn aðrar vegir.
Størsti møguleikin fyri at lækka um lønarskattin er við at taka tilfeingisgjald frá fiskivinnuni og leigugjald frá alivinnuni.
Hetta gjald skal ikki ásetast politiskt, ið sitandi samgongu hevur valt. Og fiskimaðurin skal ikki vera við til at rinda gjaldið, sum sitandi samgonga eisini hevur valt.
Ístaðin fyri eina fiskivinnu har politiska skipanin (lands­stýrismaðurin) ger av, hvør fær fiskirættindi, og hvør ikki fær, so eiga vit at arbeiða fyri einari fiskivinnu har allir føroyingar fáa javnbjóðis rætt og møguleika at luttaka.
Tað er sjálvdan skilagott, at kollvelta eina skipan frá degi til dags, men vit eiga so líðandi at fara undir at bjóða fiskirættindi út í frí­ari kapping. Tá hava allir føroyingar javnbjóðis rætt at bjóða seg fram, og vinn­an ásetur sjálv gjaldið. Sam­stundis skal tað skal ásetast við lóg, at fiski­mað­urin ikki skal vera við til at rinda fyri keyp av fiski­rætt­ind­um.
Javnaðarflokkurin kann­ar har umframt fleiri møgu­leikar í løtuni fyri at breiðka inntøkugrundarlagið, m.a møgu­leikan fyri spekulatións skatti (peningaflytingar) o.a.
Tað ber til at lækka skatt­in hjá teimum, sum í dag hava meira enn trupult við at fáa endarnar at røkka saman. Hetta skal tó gerast á ein samhaldsfastan og ábyrgd­arfullan hátt, tí vit bæði mugu og skulu hava ein hald­føran búskap. Sambært Bú­skapar­ráð­num og danska Tjóðbankanum er okkara búskapur ikki haldbærur í løtuni. Fyrst og fremst sam­gong­uni fyri takka.
So Javnaðarflokkurin vil ikki hækka lønarskattin, men vil lækka skattin hjá lág – og meðalinntøkunum, so Føroyar verður eitt land fyri okkum øll.