Starvsfólkini í Útvarpi Føroya hava fyrrapartin viðgjørt støðuna, nú landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, hevur boðað frá, at Útvarpið og Sjónvarpið skulu leggja saman tann 1. januar 2005.
Starvsfólkini taka til eftirtektar politisku avgerðina hjá Jógvani á Lakjuni um at leggja saman Útvarpið og Sjónvarpið í ein almennan kringvarpsstovn.
Men starvsfólkini átala óhepnu framferðina hjá landsstýrismanninum í hesum máli.
Samanleggingin tykist vera ófyrireikað, og avgerðin um hana tikin í skundi.
At tað, sum frá líður, verður betri við einum stovni kunnu starvsfólkini á báðum almennu loftmiðlunum bara vóna, tí landsstýrismaðurin kann ikki vísa til nakra kanning, sum gevur ábendingar um, at ein stovnur er betri enn tveir.
Hvørki starvsfólk í SvF ella í ÚF fingu nakað at vita frammanundan um samanleggingina, og tí kennist tað sum landsstýrsmaðurin fyrst skjýtur og síðani spyr.
Og løtan at boða frá slíkari stórhending var eisini óheppin, seinasta arbeiðsdag fyri vikuskifti um hásummarið, tá nógv starvsfólk eru í summarfríi.
? Vit átala og harmast um knortlutu framferðina hjá landsstýrismanninum og Mentamálaráðnum í hesum málinum, og vit leggja dent á, at vit eiga at vera við í fyrireikingunum, sum nú byrja, frá fyrsta degi. Okkara partur skal ikki liggja eftir, siga starvsfólkini í Útvarpi Føroya.
Samstundis vóna starvsfólkini, at fíggjarliga støðan hjá ÚF og umstøðurnar yvirhøvur verða ikki verri, nú ÚF og SvF skulu leggjast saman. Tí so er meira tapt enn vunnið.