Fyri tjúgu árum síðani varð John B. Nixon dømdur til deyða fyri at hava neint fyri einari kvinnu, sum æt Virginia Tucker. Undir kanningunum kom løgreglan eftir, at maður Virginiu hevði givið John B. Nixon 1.000 dollarar fyri at myrða konuna. Tað kom eisini fram, at báðir synirnir hjá John B. Nixon høvdu verið við til at leggja morðið til rættis.
Úrslitið varð, at allir fýra vórðu tiknir. Maður Virginiu Tucker varð ákærdur fyri at hava leigað annan mann at myrða konu sína, og tað kostaði honum lívlanga fongsulsrevsing. John B. Nixon varð ákærdur fyri at hava framt sjálvt morðið, og hann varð dømdur til deyða. Synir hansara vórðu ákærdir fyri at hava medvirkað til morð, men teir fingu lutfalsliga lina revsing og eru langt síðani slopnir úr fongslinum.
John B. Nixon noktaði seg sekan. Tvørturímóti helt hann uppá, at tað var annar sonur hansara, sum myrdi Virginiu Tucker.
-Tað nívir meg, og tað er svárt at viðganga tað, men eg veit, at tað var annar sonur mín, ein spaniumaður og ein vinmaður teirra, sum framdu morðið, segði John B. Nixon. Hann vildi tó ongantíð siga, hvør av synunum myrdi kvinnuna.
Gjáranáttina varð tann nú 77 ára gamli John B. Nixon leiddur inn í avrættingarrúmið í fongslinum í Mississippi, eftir at Haley Barbour, guvernørur, og hægstirættur høvdu boðað frá, at teir ætlaðu sær ikki at broyta deyðadóm hansara. Løtu seinni fekk hann eina eiturinnspræning.
-Eg myrdi ikki Virginiu Tucker vóru hansara seinastu orð, áðrenn hann fekk ta drepandi sproytuna.