Sláa ikki til

Bárður Danielsen helt, at StÍF ikki rakti dagin. Misnýttir møguleikar og býtt mistøk vórðu revsað, og so gjørdist brekkan ov tung

Onkra ferð skal ein finala eisini tapast. Tann veruleikan máttu strandingar ásanna leygardagin, og Bárður Danielsen viðgekk, at kenslan var alt annað enn góð.

- Tað er munur á, hvat er stuttligari. Tað kann eg róliga staðfesta, helt hann.

Hvat var tað, sum gekk galið hjá tykkum í dag?

- Vit koma øgiliga illa ígongd, har tað er 8-2 einaferð. Og tað verður øgiliga tungt at vinna tann munin innaftur. Sjálvt um vit koma upp á eitt mál nakrar ferðir. Men hvørja ferð vit koma somikið nær, so brenna vit ella fáa eina býtta útvísing. Og so fara teir aftur frá okkum. Tað hendir fleiri ferðir í dystinum.

Og so verður tað kanska ov tungt í longdini, tá so er?

- Ja. Og so sláa vit bara ikki til í dag. Vit brenna for illa og gera for nógv býtt mistøk.

Men tær báðar ferðirnar, tá tit hava tapt steypafinalu áður, hava tit vunnið FM-heitið. Tað er kanska tað, sum farast skal eftir nú?

- Í løtuni hugsa vit sjálvandi bara um hetta beint nú, og lagið er í botni. Men sjálvandi. Vit liggja nummar eitt í landskappingini, so FM-heitið er avgjørt tað, sum vit fara eftir.