Eyðun Klakstein
Hann fekk allar føroyingar upp á gólv. Hann bæð tey koma við, og hann mundi lagt Europa niður, tá hann skrivaði um ólukkuligan kærleika í bestu føroysku balladuni nakrantíð.
Jørgin Dahl.
Kompromisleysur, dugnaligur og krevjandi. Tað eru nøkur av orðunum, sum verða sett á hann, tá teir, sum kenna hann best, greiða frá hansara eginleikum sum tónleikari.
? Hann var krevjandi sum tónleikari, og hann var drívkraftin í teimum bólkunum, har hann var við. Hjá okkum øðrum ráddi tað um at fylgja við og royna at seta okkara fingramerki á tónleikin, sigur Heri Ellingsgaard, sum hevur kent Jørgin síðani barnatíðina. Heri spældi við á fyrstu útgávuna hjá Straight Ahead, men fór síðani burtur úr, tá hann fór til Danmarkar at lesa.
Maðurin, sum sang størsta hittið hjá Jørgeni Dahl, heldur, at Jørgin altíð fekk tað optimala burtur úr bólkunum, hann spældi við í.
? Tað er avgjørt eitt úrslit av arbeiðnum hjá Jørgini, at bólkar sum Straight Ahead og Hjarnar vunnu so nógv fram í 70?unum og 80?unum, sigur Karl Martin Samuelsen sangari í Hjarnum.
Hann sang millum annað Breaking my heart hjá Jørgini Dahl, sum mundi givið Hjarnum altjóða gjøgnumbrot eftir eina kapping á Radio Luxembourg. Hesin sangur verður framvegis mettur sum ein av teimum bestu føroysku rocksangunum nakrantíð.
? Jørgin var ein framúr sangskrivari. Ein góður sangur er ein góður sangur, líkamikið hvønn veg tíðin roynir at sníkja seg. Fyri meg er Jørgin Dahl tann størsti í føroyskum rocktónleiki, kanska eisini tí hann var tann fyrsti, sigur Niclas Johannesen, tónleikari og komponistur.
Avrikini
Søgan um Jørgin Dahl sum tónleikara byrjar fyri 38 árum síðani í Klaksvík, har tann seks ára gamli Jørgin byrjaði at trýsta á tangentarnar.
Hann lærdi seg sjálvur at spæla orgul, og so skjótt, sum hann og vinmenninir høvdu fingið forsterkara, fóru teir at spæla útikonsertir. Fyrstu ferð Jørgin Dahl spældi alment var í gamla Atlantis Bio. Tá kallaðist bólkurin Artic Fox og millum teir, sum spældu við, var Gekka-verturin Rudolf Joensen. Jørgin var tá 15 ára gamal og var byrjaður at gera tónleik.
Nøkur fá ár seinni fór bólkurin Straight Ahead at taka skap. Bólkarnir Cold Turkey, har Jørgin Dahl spældi við, og Homo Sapiens, har millum annað Archie Black spældi, løgdu saman, og tað sum spurdist burtur úr var Straight Ahead. Hetta var í 1972, og tvey ár seinni gjørdu teir sína fyrstu singleplátu.
Løgini Komið øll við og Upp á gólv vóru fyrsta veruliga boðið uppá føroyskan rocktónleik. Síðani kom ein singlepláta og ein EP-pláta afturat frá Straight Ahead. Í 1978 kom tiltikna Veðraplátan, sum er ein varði í føroysku rocksøguni, men stutt eftir góvust Straight Ahead at spæla. Tá høvdu teir vunnið sær pláss í upplagsverkinum um danskan rock, og tað var ikki bara í Føroyum, at fólk fylgdu bólkinum úr Klaksvík.
Eftir hetta fór Jørgin Dahl at spæla við í Hjarnum, og hann var sentralur persónur í stórtíðini hjá Hjarnum. Teir góvu eina singleplátu út í 1981, og tvey ár seinni kom LP-plátan We come for you. Tá Hjarnar góvust at spæla í 1984, spældi Jørgin Dahl eitt stutt skifti í bólkinum Trast, áðrenn hann flutti til Danmarkar miðskeiðis í 80?unum.
Síðani tá hevur hann verið búsitandi í Danmark, og fyrstu ferð hann aftur letur frætta frá sær við útgávu í Føroyum var í gjár, tá Lost Pilgrims kom út. Hetta er fyrsta solo-útgávan hjá Jørgini.
Øll kláraðu ikki upp við hann
Higartil hava tónleikaligu avrikini hjá Jørgini verið sermerkt, og ferð eftir ferð hevur hann klárað at skriva sangir, sum hava staðið eftir.
Tað sást eisini aftur, tá tríggir av sangunum hjá Jørgini Dahl vóru endurútgivnir á savnsfløgum í fjør.
Og tað er gjøgnum tónleikin hjá bólkunum Straight Ahead, sum fekk navn eftir einum sangi hjá Jimi Hendrix, og Hjarnum, at Jørgin Dahl hevur fingið sín status í føroyskum tónleiki.
? Straight Ahead vóru mínar hetjur, og teirra tónleikur heldur framvegis tann dagin í dag. Ja, eg hugsi ofta mítt, tá prátað verður um, at føroyskur rockur er betri nú enn nakrantíð. Sjálvur haldi eg, at tú skalt fara sera tíðliga upp um morgunin, um tú vilt røkka støðið, sum Straight Ahead legði longu í 70?unum, heldur Niclas Johannesen.
Tað vóru ikki øll, sum dugdu saman við Jørgini Dahl, tí hann kravdi nógv av teimum, sum hann samstavaði við. Hann kláraði ikki upp við øll, men teir sum hava spælt saman við honum, halda at hetta er ein partur av frágreiðingini um, hví hann avrikaði so nógv.
? Hann var kompromisleysur í sínum arbeiði við tónleiki. Hann visti, hvat hann vildi, og hann kravdi nógv av teimum, hann spældi saman við. Gongur tú aftaná slíkum fólki, so spyrst altíð okkurt burtur úr, heldur Heri Ellingsgaard, sum eitt skifti spældi við í Straight Ahead.
? Tað er als ikki løgið, at Jørgin fekk tann leiklutin í føroyskum rocktónleiki, sum hann fekk. Hann vildi veruliga nakað, og tá vit aðrir fóru burtur av, helt hann fast um tónleikin, sigur Heri.
Karl Martin Samuelsen greiðir frá, at Jørgin Dahl altíð hevði eina ætlan við teimum sangunum, hann hevði gjørt. Hann visti, hvussu teir skuldu spælast, men hann var eisini klárur at lurta, um onkur hevði hugskot til sangirnar hjá honum.
? Hann ætlaði sjálvur at syngja Breaking my heart, men eftir at eg hevði sungið sangin eitt kvøldið undir venjing, broytti hann hugsan. Eftir tað skuldi eg syngja hann. Soleiðis var hann. Sjálvt um hann kundi verða avgjørdur, kundi hann eisini broyta hugsan, um hann helt okkurt var betri, sigur Karl Martin Samuelsen.
Í gjár gav Jørgin Dahl aftur tónleik út í Føroyum. Tað eru 16 ár síðani seinastu útgávuna.