Hann hevur nærum bara havt trupulleikar, síðan hann tók við forsætisráðharrasessinum eftir Anders Fogh Rasmussen í 2008.
Lyklarnir til forsætismálaráðið vóru neyvan handaðir honum, so skolaði ein altjóða fíggjarkreppa inn yvir Danmark, og bankar fullu sum flugur. Stjórnin pjøssaði saman tveir bankapakkar at standa ímóti ringasta uppganginum, og í fjølmiðlunum hoyrdist mest um húsagangir, rapaðar fastognarmarknaðir og arbeiðsloysi.
Lars Løkke Rasmussen kom til alt annað enn skorin klæðir í forsætismálaráðnum, og oman á búskaparligu trupulleikarnar fekk hann harða viðferð í summum fjølmiðlum. Litrik bløð vildu vera við, at honum dámdi serstakliga væl tað søta lívið, og almannakunngjørdu myndir av manninum, meðan hann drakk øl í veitslulag.
At drekka øl hevur ongantíð verið óvanligt í Danmark, men kortini kundi nýggi forætisráðharrin tykjast í so menniskjaligur, tí avmáldi stílurin hjá Anders Fogh Rasmussen var nærum ómenniskjaligur.
Hvussu Lars Løkke Rasmussen man vera, fáa veljararnir høvi at siga sína hugsan um, men ein keisari í ongum klæðum er hann so ikki. Politisku mótstøðufólk hansara hava fleiri ferðir sagt, at hann er ein dugnaligur politiskur handverkari.
Hann kann gamaní tykjast rísin viðhvørt og eisini hástórur, men tað kemst ikki av, at hann ikki veit, hvat hann tosar um, tvørturímóti. Hann er væl inni í flestu málunum og skilir fløktar samanhangir skjótt, og í orðaskiftum kann hann standa upp ímóti hvassastu hvirlunum og svara fyri seg.
Spurningurin higartil hevur verið, um evnini í honum vóru so fræg, at hann eisini kundi gerast ein trúverdugur statsleiðari. Seinastu tvey árini hava danskarar ivast stórliga í júst hesum, men eftir nýggjársrøðuna 1. januar, tá hann kunngjørdi, at eftirlønin skal avtakast, so staturin kann spara 16 mia. kr. í eini hóttandi krepputíð, er hann nógv róstur fyri at hava bæði dirvi og slagkraft. Alt fleiri danskarar halda, at Lars Løkke veruliga er førur fyri at stýra donsku skútuni gjøgnum fíggjarligu brotasjógvarnar.
Uppgerð í sjónvarpi
Skandinavisku samfeløgini eru tiltikin fyri at tryggja vælferðina hjá tí einstaka so væl, sum tað yvirhøvur ber til. Av tí sama er skattatrýstið í skandinavisku londunum eisini ovurstórt. Í einum landi sum Danmark, har vælferðarmodellið er so nógv hálovað, er tað nærum halgibrot at skjóta upp at taka rættindi frá fólki. Tað vanliga er jú at geva veljarunum lyfti um fleiri rættindi.
Men hetta var so tað, sum Lars Løkke Rasmussen boðaði frá, at stjórnin fer at gera. Eftirlønin skal avtakast, tí hon kostar statinum ov nógv og skundar undir, at fólk arbeiða ov stutt. Í meðal arbeiða danskarar bara, til teir eru 61 ár, men tá eru nógv fólk hvørki gomul ella slitin, og tí kunnu tey væl arbeiða longri, segði Lars Løkke Rasmussen.
Við hesi fráboðanini trýsti hann Helle Thorning-Smith í verjustøðu eina løtu, og fyrsta styrkiroyndin teirra millum eftir fráboðanina var longu 2. januar, tá tey bæði dystaðust ein heilan tíma í sjónvarpsstovuni hjá DR.
Tílíkir dystir eru altíð spennandi, tí hvørt eygnabrá verður varpað út í hvørja stovu, og hvør setningur verður vigaður við stovuborðini, har veljararnir umhugsa, hvussu teir ætla at brúka sína atkvøðu.
– Eg haldi, tú brúkar eina rúgvu av lýsingarorðum, segði Lars Løkke Rasmussen við Helle Thorning-Smith, sum hinvegin gjørdi greitt, at borgarliga stjórnin eigur ábyrgdina av, at almennu útreiðslurnar eru vaksnar alt ov nógv seinastu níggju árini.
– Eg skrivi ikki søgubøkur, men politiska søgu, svaraði Lars Løkke Rasmussen, sum speiskur legði aftrat, at Helle Thorning-Smith misbrúkar sítt talent og hevur deponerað sín avgerðarrætt hjá fakfeløgunum. Tá Helle Thorning-Smith so segði, at hon tímdi ikki í smálutir at umrøða sítt egna fíggjarliga útspæl, var Lars Løkke skjótur at svara, at tað mátti ikki verið so trupult at sett seg inní, tí alt stóð á síðu 15 í hennara uppleggi.
Tann viðmerkingin sveið ivaleyst, men eftir stóð tó myndin hjá Helle Thorning-Smith av einum 33 ára gomlum postmanni, ið skuldi standa uppi í nærum 40 ár aftrat og lyfta tungar kassar, tí Lars Løkke vil avtaka eftirlønina.
Pittelkow feldi dóm
Politiskir viðmerkjarar ljóða ofta sum fótbóltsviðmerkjarar, tá teir umrøða hólmgongur millum politiskar leiðarar. Politiski substansurin verður sjóðaður niður í útsagnir um, nær fólk hugdu upp ella niður, og at enda verður útnevndur ein vinnari, um viðmerkjararnir annars ikki kunngera, at dysturin endaði við javnleiki.
Spennandi var at síggja, hvussu politisku viðmerkjararnir fóru at umrøða hólmgonguna millum Lars Løkke Rasmussen og Helle Thorning-Smith, og áhugavert var at staðfesta, at teir vóru varnari í sínum niðurstøðum, enn teir plaga at vera. Hans Engell helt gamaní í Ekstra Blaðnum, at Lars Løkke vann, men fleiri donsk bløð høvdu viðmerkingar frá viðmerkjarum, ið vóru ósamdir, og so staðfestu tey bara, at ósemja var um niðurstøðuna.
Kanska vísir hetta, at fjølmiðlarnir óttast almikið at verða hongdir út sum ov bláir ella ov reyðir, nú valið nærkast, og valfepurin er um at koma í hæddina.
Ein, sum tó ikki helt seg aftur at útnevna ein vinnara í sjónvarpskjakinum, var Ralf Pittelkow, viðmerkjari hjá Jyllands-Postinum. Hann hevur altíð verið meira borgarliga sinnaður enn reyður, og í Jyllands-Postinum mánadagin spurdi hann rætt og slætt, um Helle Thorning-Smith er før fyri at stjórna Danmark.
Pittelkow staðfesti, at Helle Thorning-Smith hevur leingi havt viðgongd í veljarakanningunum og samstundis nærum fingið frið frá fjølmiðlunum. Tí hevur hon kunnað endurnýtt slitnar orðingar úr skuffuni hjá spinndoktaranum um, at borgarliga stjórnin gevur teimum ríkastu skattalættar.
Men sunnukvøldið var øðrvísi. Lars Løkke líktist einum manni við eini sak, og jú longri og skjótari Helle Thorning-Smith tosaði, jú meira trokaði spurningurin seg á, um hon er før fyri at stjórna Danmark. Hon kundi ikki siga, hvussu danskarar skulu fáast at arbeiða meira, tí tað skuldi hon tosa við fakfeløgini um fyrst, vísti Pittelkow á, og heldur ikki kundi hon siga, hvussu almenni sektorurin skal effektiviserast. Haraftrat avnoktaði hon mestsum, at hon ætlar at hækka summar skattir, hóast andstøðan sjálv hevur skotið hetta upp.
Fólk broyttu hugsan
Sosialdemokratar taka als ikki undir við Ralf Pittelkow og halda hann gera Helle Thorning-Smith órætt, tí í løtum beit hon dyggiliga frá sær og gav Lars Løkke Rasmussen turt uppá. Men alt bendir á, at nýggjársrøðan hjá Lars Løkke og hólmgongan dagin eftir hava givið forsætisráðharranum so góðan byr, sum hann ikki hevur havt áður yvirhøvur.
Ein veljarakanning vísti 2. januar, at 48 prosent av veljarunum eru ímóti at avtaka eftirlønina, meðan 41 prosent eru fyri tí. Undirtøkan fyri at avtaka eftirlønina er sostatt vaksin almikið, síðan bara 15 prosent vildu avtaka hana í 2005.
Ein onnur veljarakanning hjá Megafon 3. januar vísti, at ætlanin hjá Løkke at koma burtur úr búskaparkreppuni hevur størri undirtøku enn ætlanin hjá Helle Thorning-Smith, meðan Helle Thorning-Smith hevði størri undirtøku sum statsleiðari. Men 4. januar vísti ein veljarakanning hjá Gallup, at 44 prosent av veljarunum vildu hava Lars Løkke sum forsætisráðharra og 39 prosent Helle Thorning-Smith. Ein meiriluti helt eisini Løkke duga betur at handfara kreppur, meðan ein meiriluti helt Helle Thorning-Smith vera meira sympatiska.
So hvat er hent síðan á nýggjárinum? Lars Løkke Rasmussen hevur á fyrsta sinni víst, at hann ikki bara ætlar at sita og sóla sær í einum arvaðum forsætisráðharrasessi og lata andstøðuna og fjølmiðlarnar seta dagsskránna. Hann hevur nú sjálvur sett dagsskránna og kundi tí við sínum eftirlønaruppskoti fara áloypandi til verka og krevja av andstøðuni, at hon svaraði, hvussu hon vil loysa búskaparligu trupulleikarnar hjá Danmark.
Eftir veljarakanningunum at døma halda danskarar framvegis ikki, at Lars Løkke Rasmussen hevur heimsins størstu atdráttarmegi, men vinnur hetta atkvøður at enda? Kann hugsast, at veljararnir heldur vilja hava greiða talu og fastleika í ovastu politisku leiðsluni, og at politiska leiðslan skal kunna virka óheft av mongu treytunum hjá fakfelagsrørsluni? Og um so er, at vinstravongurin kortini ikki vinnur næsta fólkatingsval, kemst tað so av, at sosialdemokratiska verkætlanin at uppbyggja vælferðarsamfelagið farnu øldina hevur sigrað, men sigrað so nógv, at flokkurin, ið skapti vælferðarmodellið, ikki longur fær treytaleysa løn fyri arbeiðið?
Spenningurin økist ið hvussu er, og kanska í apríl ella mai fæst at vita, hvør hevur størstu slagkraftina, Lars Løkke Rasmussen ella Helle Thorning-Smith.