Hetta vikuskiftið íður Norðurbryggjan í Keypmannahavn við bindifegnum kvinnum og hendinga monnum.
Tað er árligi bindifestivalurin Pakhusstrik við tógvframleiðarum og bindisniðgevum úr Føroyum, Íslandi og Danmark, sum hava sølubásar og framsýningar. Eisini eru framløgur, verkstovur og annað.
Føroysku luttakararnir eru Katrina í Geil og Herborg Torkilsdóttir, sum hava fyrilestrar og verkstovur, og Katrin Sølvará, sum hevur sølubás við bindiuppskriftum frá Solvara Knitwear.
Eisini fæst tógv frá Navia og Snælduni til keyps frá Glienke Design.
Tiltakið byrjaði fríggjakvøldið. Leygardagin er opið til klokkan 17.30 og sunnudagin er opið frá klokkan 9.30 til 17.00.
Skráin fyri Pakhusstrik sæst HER.
Her eru nakrar myndir frá í dag:
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##