Íslendingar kunnu ikki rinda Icesave-skuldina

Bert Heemskerk, sum er fyrrverandi aðalstjóri í niðurlendska stórbankanum Rabobank, heldur ikki, at íslendingar eru førir fyri at rinda tað, sum íslendska ríkið skyldar Niðurlondum í sambandi við Icesave-bankan.

Bert Heemskerk, sum var aðalstjóri í Rabobank frá 2002 til 2009, ávaraði um íslendska bankaskrædlið longu á sumri í 2008. Í juni tað árið segði hann við niðurlendska sjónvarpið, at tann íslendski Landsbankin var á veg á húsagang, og at teir niðurlendingar, sum høvdu sett pengar í Icesave, fóru neyvan at fáa sínar pengar aftur.

Fyrrverandi bankastjórin sigur við sjónvarpið RTL, at íslendingar megna ikki at rinda Niðurlondum Icesave-skuldina, tí upphæddin er ov stó fyri tann íslendska búskapin.