Avgerðin, sum bygdaráðið við Gjógv tók mánakvøldið um at lækka skattin, er ólóglig.
Tað ivast kommunala eftirlitið ikki í, og tí sleppur Gjáar Kommuna heldur ikki at lækka skattin.
Mánakvøldið samtykti bygdaráðið við Gjógv annars at lækka kommunuskattin niður í 13% næsta ár. kommunan er væl fyri fíggjarliga og tað heldur bygdaráðið, skal koma fólkinum til góðar.
Annars hevur tað verið lógarfest síðani 1993, at kommunuskatturin skal vera í minsta lagi 16% og í mesta lagi 23%.
Men 1. januar kemur ein nýggj kommunulóg í gildi og tá eru markini fyri lægsta skatt og hægsta skatt tikin av, so at kommunurnar kunnu áseta skattin sjálvar.
Og Gjáar Kommuna sigur, at av tí at skattaprosentið, sum nú er ásett, er fyri næsta ár, hevur hon loyvi til at lækka skattin niður um 13%.
Ólógligt
Men soleiðis tulkar Kommunala eftirlitið hjá landsstýrinum ikki lógirnar.
Hilmar Høgenni sigur, at tað er púra greitt ímóti lógini frá 1993 at seta kommunuskattin niður um 16%.
har stendur, at fíggjarætlanin skal verða viðgjørt tvær ferðir í bygdaráðnum og at tað skulu vera minst 14 dagar ímillum hvørja viðgerð. Men í seinasta lagi 1. desember skal fíggjarætlanin verða endaliga samtykt og so skal hon beinanvegin sendast landsstýrinum til góðkenningar.
?Fíggjarætlanin, sum bygdaráðið so hevur samtykt, og sum landsstýrið hevur góðkent, er bindandi fyri, hvussu nógv kommunuskatturin skal vera komandi fíggjarár.
Og somuleiðis sigur lógin, at skatturin skal vera ímillum 16 og 23%.
Hilmar Høgenni sigur, at sostatt eru hesar ásetingarnar eisini galdandi fyri fíggjarætlanirnar, sum verða lagdar nú - tvs fíggjarætlanirnar fyri næsta ár.
?Sostatt er tað ikki fyrrenn næstu ferð, fíggjarætlanirnar skulu gerast, at markið fyri hægsta og lægsta kommunuskatt er tikið av.
? Og sostatt kann bygdaráðið við Gjógv ikki lækka skattin niður um 16% fyrrenn fyri árið 2002.
Seinastu ferð
Hilmar Høgenni sigur, at hetta er samstundis seinastu ferð, at landsstýrið skal góðkenna fíggjarætlanirnar hjá kommununum.
? Hereftir skulu kommunurnar leggja sínar fíggjarætlanir, samtykkja tær og senda landsstýrinum tær. Men landsstýrið skal ikki góðkenna tær.
? Tað verður bara í teimum førum, har ein kommuna skyldar meiri enn eina álíkning, at landsstýrismapurin í kommunumálum kann geva kommunustýrinum boð um at gera neyðugar broytingar í fíggjarætlanini. Tað kann hann gera um hann heldur, at metingarnar hjá kommununi av inntøkum, útreiðslum og íløgum eru skeivar , ella gjørdar á skeivum grundarlagi, ella um tær eru órímiligar, ella óneyðugar.