Tá ið farið varð undir ætlanina at byggja nýggja ellis- og røktarheimið í Havn, var stórur dentur lagdur á, at talan skuldi vera um ein umhvørvisvinarligan bygning, sum skuldi brúka grøna orku.
Men nú sær út til, at hendan ætlanin verður slept og at talan verður um at fýra við olju ístaðin.
Tá ið hugsað var um alternativa orkuveiting til Boðanesheimið, varð mest hugsað um sjóvarhita, tí bygningurin liggur sera væl fyri til tað.
Mett varð, at hetta fór at dýrkað heimið 1,7 millión og tann peningin samtykti býráðið at útvega til endamálið.
Men síðani hava neyvari kanningar víst, at hetta er grovliga undirmett og at veruligi eykakostnaðurin av at brúka sjóvarhita, er 4,8 milliónir, ella 3,1 millión hægri enn upprunaligam mett.
Hetta kemst av, at útbúnaðurin noyðist at vera væl máttmiklari, enn upprunaliga mett.
Og nú heldur býráðið, at tað er ivasamt um hendan meiríløgan nakrantíð verður vunnin inn aftur, men tað veldst sjálvandi um gongdina í oljuprísinum.
Tí mælir meirilutin í sosialu nevnd hjá Tórshavnar Býráði til, at hita Boðanesheimið upp á gamlan máta við oljufýrdum ketlum.
Levi Mørk, Vagnur Johannesen og Sjúrður Olsen, sum manna meirilutan, siga tó, at tað skal bera til at leggja um til sjóvarhita seinni.
Hesum er meirilutin í fíggjarnevndini, Heðin Mortensen, Jógvan Arge, Sjúrður Olsen og Bogi Andreasen, samdur í.
Fyribils er sostatt greitt, at seks av teimum 13 býráðslimunum í Tórshavnar Býráði undir við, at Boðanesheimið skal hitast upp á gamal máta við oljufýring.
Hinvegin mælir minnilutin í sosialu nevnd, sum eru Marin Katrina Frýdal og Halla Samuelsen, til at halda fast um ætlanina at nýta sjóvarhita burturav og kanna ætlanina nærri. Tær mæla eisini til, at ein kost-nyttukanning verður gjørd.
Á næsta fundi fer býráðið at taka støðu til málið.