Sleppa undan at fara til próvtøku í nøkrum fakum

Korona fær nú eisini avleiðingar fyri próvtøkurnar í summar

Næmingar á miðnámsskúlum skulu ikki til próvtøku í líka nógvum fakum, sum teir plagdu. Jenis av Rana, landsstýrismaður í undirvísingarmálum, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at fáa heimild til at broyta próvtøkurnar í summar.

Hann sigur, at korona hevur órógvað undirvísingina so illa, at hann heldur, at tað er neyðugt at víkja frá vanligu reglunum um próvtøkur, og í hesum sambandi er endamálið at lækka talið á próvtøkum. Aftur fyri verður tað so árskarakterurin, sum eisini verður próvtøkukarakterur.

Men í hesum sambandi verður tað neyðugt at ansa eftir, at hetta ikkil leggur forðingar í vegin fyri útbúgvingarmøguleikunum eftir miðnámsskúlan.