Ein fullur bilførari var sekundir frá at renna ein pápa og tvíburar hansara niður, tá hann við vitleysari koyring fór buldrandi upp á gongubreytina og inn í ein grótgarð tætt við Hvíldarheimið við Gundadalsvegin. Pápin var lukkutíð so mikið kvikur, at hann megnaði at renna út á vegin við barnavogninum við tvíburunum í, og syrgdi tí fyri, at tað sum lættliga kundi enda við einum sorgarleiki, tíbetur spældi væl av.
Sleppur ikki at koyra aftur
Bilurin, sum hevur fingið stóran skaða, og helst verður dømdur vrak, vísir seg nú at hoyra til eina byggifyritøku í Havn. Stjórin av fyritøkuni visti í morgun at siga, at viðkomandi, sum koyrdi bilin sunnudagin, ongantíð kemur at koyra bil í teirra fyritøku aftur, men at hann ikki hevur mist starvið.
Málið er meldað til løgregluna, og av løgreglustøðini siga tey, at førarin kann síggja fram til at missa koyrikortið, fáa eina bót og møguliga ein dóm eisini, alt eftir hvat promillan vísir seg at vera.