Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, setti mánadagin altjóða fiskivinnuráðstevnuna IIFET 2026.
Ráðstevnan, sum verður hildin annaðhvørt ár, er hesa vikuna í Norðurlandahúsinum í Havn. IIFET stendur fyri International Institute of Fisheries Economics and Trade.
Í uttanríkis-og fiskimálaráðnum verður sagt, at hetta er fyrstu ferð, at IIFET-ráðstevnan verður hildin í Føroyum.
- Umleið 250 granskarar, umboð fyri vinnu, myndugleikar og altjóða felagsskapir luttaka á ráðstevnuni, sum Fróðskaparsetur Føroya er vertur fyri.
Ráðstevnan byrjaði við einum almennum fundi um framtíðar umsiting av fiskivinnuni.
Á fundinum viðgjørdu føroyskir og útlendskir serfrøðingar, hvussu vísindi, búskapur, politikkur og vinnulig atlit kunnu spæla saman, tá fiskivinnan verður umsitin.
Í setanarrøðuni vísti landsstýrismaðurin, Bárður Nielsen, á stóra týdningin, sum fiski-og alivinna hava fyri føroyska búskapin og samfelagið.
Hann segði, at málið er at skapa størst møguligt virði úr okkara sjófeingi og samstundis tryggja, at tilfeingið verður umsitið burðardygt.
- Góðar politiskar avgerðir um fiskivinnuna mugu byggja á gransking, men okkum tørvar eisini vitan um royndir hjá teimum, sum virka í vinnuni, segði Bárður Nielsen.










