Vónbrotið var stórt í gjár, tá Leicester bara fekk javnleik heima móti West Bromwich, men úrslitini í kvøld í Premier League merkja, at stigið bleiv tað einasta, sum fýra tey fremstu fingu. Tí er støðan enn góð hjá Leicester í oddinum.
Arsenal var størsti favoritturin í kvøld, men tapti óvæntað fyri Swansea á heimavølli. Arsenal var enntá á odda, men tveitti alt fyri borð. Stóri syndarin bleiv Petr Cech, sum ikki var sannførandi tá Swansea skoraði avgerandi málið.
Tottenham, sum kundi lagt seg á odda í kvøld, tapti grannauppgerðina móti West Ham á Upton Park. Michail Antonio skoraði einsamalla málið fyri heimaliðið longu aftaná sjey minuttir.
Á Anfield hevndi Liverpool tapti í Capital One Cup finlauni móti Manchester City, og vann heldur óvæntað heili 3-0. Adam Lallana, James Milner og Roberto Firmino skoraðu málini. Manchester United er nú ájavnt við grannarnar úr Manchester á fjórða plássi, eftir at Louis van Gaal og hansara menn vunnu 1-0 á Watford. Juan Mata bleiv matchvinnari.
Leicester er nú trý stig á odda í Premier League. Tottenham er nummar tvey, meðan tað eru trý stig niður til Arsenal á triðja plássi.
Premier League 28. umfar:
Arsenal – Swansea 1-2
Stoke – Newcastle 1-0
West Ham – Tottenham 1-0
Liverpool – Manchester City 3-0
Manchester United – Watford 1-0