Tveir dystir eru higartil leiktir í SMS-deildini.
Í høllini á Hálsi í Havn var grannauppgerð millum Kyndil og Neistan. Tað eydnaðist kyndilskvinnum at vinna áttanda dystin á tað. Úrslitið var 32-28 sigur til Kyndil, ið var á odda 19-15 í steðginum.
Í seinna hálvleiki minkaðu neistakvinnur nakrar ferðir munin niður til trý mál, men nærri komu tær ikki.
Turið Arge Samuelsen (savnsmyndin) var toppskjútti hjá Kyndli við 10 málum. Silja Heðinsdóttir var toppskjútti hjá Neistanum við 11 málum.
Í høllini við Streymin vann H71 stórsigur 40-26 á EB. Í steðginum vóru hoyvíkskvinnur á odda 15-10.
Sanja Pajic skoraði helvtina av málinum hjá EB og var toppskjútti við heili 13 málum. Málini hjá H71 vóru væl fordeild, og var Elsa Egholm toppskjútti hjá H71 við seks málum.
Klokkan 18 byrjar dysturin millum Stjørnuna og StÍF í KÍ-høllini í Klaksvík.
HER ber til at síggja dómaraseðlarnar hjá HSF frá dystunum í Havn og við Streymin:
##med2##
##med3##
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
Kyndil | 8 | 280 | 169 | 111 | 16 |
H71 | 7 | 242 | 184 | 58 | 12 |
VÍF | 6 | 183 | 131 | 52 | 10 |
StÍF | 7 | 154 | 174 | -20 | 6 |
Neistin | 7 | 162 | 177 | -15 | 5 |
EB | 8 | 191 | 253 | -62 | 3 |
VB | 7 | 169 | 238 | -69 | 2 |
Stjørnan | 6 | 144 | 199 | -55 | 2 |