SMS: Stjørnan vann bronsudystin

Eisini í SMS-deildini vóru tað klaksvíkingar sum fóru avstað við bronsuni aftaná sigur á Neistanum

Mynd: HSF

Stjørnan gjørdi býarbørnunum í Team Klaksvík kunstin eftir og tryggjaði sær bronsuheiðursmerkini í SMS-deildini aftaná sigur á Neistanum. 

 

Stjørnan vann bronsudystin í høllini á Hálsi í Havn á Neistanum.

 

Úrslitið var 34-33 til Stjørnuna, ið var á odda 17-15 í steðginum. 

 

Stjørnan legði seg á odda 3-1 og var á odda allan fyrra hálvleik. Stjørnan var á odda 20-16 og 24-21 tíðliga í seinna hálvleiki. Tá 47 minuttir vóru farnir var støðan javnleikur 26-26. Tá fýra minuttir vóru eftir var Stjørnan á odda 32-29, og eydnaðist tað at halda leiðsluna restina av dystinum.

 

Neistin-Stjørnan 33-34 (15-17)

 

Neistin: Maria P. Nólsoy 13, Bjørk F. Joensen 7, Nuunu Marie Lukassen 5, Sára S. Mikkelsen 4, Sólbjørt Høj 2, Lea Mohr 1, Frida Holm Jacobsen 1. 

 

Stjørnan: Tóra Eliassen 11, Iuliia Nalivko 7, Jancy J. Poulsen 7, Durita L. Johansen 4, Joan Sørensen 3, Sonja Sirdal á Bergi 1, Malene Madsen 1. 

 

In.fo ynskir Stjørnuni tillukku við bronsuheiðursmerkjunum. 

 

Mynd: HSF