SMS: Stórsigrar til Kyndil, Neistan og VÍF

Tríggir eru leiktir í SMS-deildini

Mynd: Álvur Haraldsen

Tað gjørdist talan um stórsigrar til heimaliðini í teimum trimum dystunum, ið vóru leiktir í SMS-deildini í dag.

 

Steypavinnararnir, Kyndil vunnu 32-21 á meistarunum, H71 í Hoyvíkshøllini. Í steðginum vóru kyndilskvinnur á odda 15-10.

 

Lukka Arge var við fimm málum toppskjútti hjá H71. Turið Arge Samuelsen var stórskjútti hjá Kyndli við heili 13 málum.

 

Neistin vann í høllini á Hálsi 31-17 á StÍF. Strandakvinnur vóru betur við í fyrra hálvleiki, og í steðginum var støðan 13-9 til Neistan.

 

Silja Olivia Heðinsdóttir var við átta málum toppskjútti hjá Neistanum. Emmy Ingibjørg Kass var við sjey málum toppskjútti hjá StÍF.

 

Í høllini í Vestmanna vann VÍF 29-18 á EB. Tað leikaði meira javnt á í fyrra hálvleiki, og í steðginum var VÍF á odda 13-10.

 

Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen var við átta málum toppskjútti hjá VÍF. Sigrid Eidesgaard var við seks málum toppskjútti hjá EB.

 

Kyndil er fremst í deildini við 12 stigum. VÍF og Neistin hava 10 stig hvør, og H71 hevur átta stig. EB og Stjørnan hava fýra stig hvør, meðan StÍF hevur tvey stig. VB er aftast í deildini við ongum stigi.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðlarnar frá dagsins dystum í SMS-deildini:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

 

 

 

 

Mynd: Álvur Haraldsen