SMS: VÍF vann stórsigur í FM-fjórðingsfinaluni

EB formáddi sær ikki nógv í høllini í Vestmanna

Savnsmynd

VÍF skal spæla FM-hálvfinalur móti H71 í SMS-deildini.

 

Í FM-fjórðingsfinaluni í høllini í Vestmanna vann VÍF ein knúsandi 36-15 stórsigur á EB. Í steðginum vóru vestmannakvinnur á odda 19-10.

 

Toppskjútti hjá VÍF við níggju málum var Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen. Við átta málum - meir enn helvtini av málunum hjá liðnum - var Nadja Pejovic toppskjútti hjá EB.

 

Í annaðkvøld klokkan 19 spæla Neistin og Stjørnan FM-fjórðingsfinalu í høllini á Hálsi í Havn. Vinnarin av tí dystinum spælir FM-hálvfinalur móti Kyndli.

 

Í FM-hálvfinalunum verður spælt best av trimum dystum. 

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá FM-fjórðingsfinaluni í Vestmanna:

 

##med2##

 

 

 

Savnsmynd