Hallby er ein dyst frá at bjarga plássinum í deildini

Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir kunnu staðfesta bjargingina langafríggjadag

Rói Ellefsen á Skipagøtu spælir í hesum døgum seinastu dystirnar í bestu svensku hondbóltsdeildini. Talan er um upp- og niðurflytingardystir Hallby spælir móti Kroppskultur úr næstbestu deildini, har spælt verður best av trimum. 

 

Hallby hevur fingið eina dreymabyrjan. Á útivølli vann Hallby í tí fyrsta dystinum 33-27 á Kroppskultur. Tað lá sera væl fyri hjá Hallby í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Hallby greitt á odda 19-11. Rói var noteraður fyri tvey mál.

 

Hallby fær nú tveir møguleikar á heimavølli at bjarga plássinum í bestu deildini. Tann fyrri verður langafríggjadag klokkan 16. Vinnur Hallby tann dystin hava teir bjargað sætinum í deildini, og Rói fær ein eydnusaman enda upp á tíðina í svenskum hondbólti áðrenn leiðin gongur til Aarhus í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.