Smyril Line verður ikki bjargað

Landsstýrið vil ikki veðhalda fyri einum láni á 30 milliónir krónur, ið skal til fyri at bjarga Smyril Line. Vandi er nú fyri, at týska skipasmiðjan, sum byggir nýggju Norrönu, dregur inn gomlu Norrönu fyri skuld

Á landsstýrisfundi gjáramorgunin varð gjørt av, at landið ikki skal vera við til at bjarga Smyril Line, sum er komið í svára fíggjarliga kreppu.

Smyril Line skyldar týsku skipasmiðjuni, sum byggir nýggju Norrönu eitt av gjøldunum, sum tað í sáttmála hevur bundið seg til at gjalda, meðan nýggja Norröna verður bygd.

Týska skipasmiðjan hevur higartil lutvíst góðtikið at bíða við at krevja peningin, men afturfyri skal Smyril Line áðrenn týsdagin kunna prógva fyri skipasmiðjuni, at felagið er nóg sterkt til at kunna rinda nýggju Norrönu. Fyri at hetta skal bera til krevst, at Smyril Line megnar at hækka partapeningin við 75 milliónum krónum áðrenn fundin við týsku skipasmiðjuna týsdagin.


Norröna er veð

Í sáttmálanum, sum Smyril Line gjørdi við týsku skipasmiðjuna 27. juni í ár, er gamla Norröna sett í veð fyri gjøldunum til skipasmiðjuna. Tí er vandi fyri, at skipasmiðjan rætt og slætt fer avstað við henni, klárar Smyril Line ikki at sannføra skipasmiðjuna um, at gjaldførið er í lagi.

Hendan støðan, sum Smyril Line er komið í, tók seg upp í seinna enda av oktober. Tá gjørdu partarnir av at útseta arbeiðið uppá nýggju Norrönu eitt ár. Men Smyril Line skuldi kortini gjalda sína skuld til týsku skipasmiðjuna.

Tríggjar vikur seinni, tann 10. november, kunnaði leiðslan í Smyril Line landsstýrismannin í vinnumálum um, at felagið hevði havt eitt vánaligt úrslit seinasta árið. Men Smyril Line bað tó ikki um almennan stuðul.

? Tað var einki á hesum fundi, sum bendi á, at leiðslan í Smyril Line vildi hava pening frá landinum. Talan var bert um ein kunnandi fund, har víst varð á vánaliga úrslitið. Men samstundis gjørdi leiðslan eisini greitt, at felagið arbeiddi fram ímóti at hækka partapeningin, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum.

Fríggjadagin í farnu viku, tann 1. desember, verður landsstýrismaðurin í vinnumálum aftur boðin til kunnandi fund hjá Smyril Line saman við møguligum innskjótarum. Teir møguligu innskjótararnir eru Framtaksgrunnurin, Tryggingarfelagið Føroyar og Lív. Heldur ikki á hesum fundinum varð biðið um almennan stuðul.

Síðani gekk umleið ein vika, til landsstýrismaðurin seinasta mikudag fekk at vita, at innskjótararnir ikki vóru áhugaðir at seta pening í Smyril Line. Hetta endaði við, at landsstýrismaðurin hósdagin fekk eina formella umsókn um landið kundi veðhalda fyri 30 milliónum í einum láni, ið skuldi bjarga felagnum.


Landsstýrið kunnað

Bjarni Djurholm sigur, at hann síðani 10. november allatíðina hevur kunnað landsstýrið um gongdina í málinum, so hvørt nakað nýtt hevur verið at frætta.

Tá landsstýrismaður hósdagin fekk umsóknina um veðhald, kunnaði hann beinan vegin løgmann og síðani landsstýrið. Seinnapartin hósdagin kunnaði hann eisini formenninar í øllum tingbólkunum, tí hann metti støðuna vera sera álvarsliga.

Tá hetta varð gjørt, heitti landsstýrismaðurin á umsitingina í Vinnumálastýrinum um at gera ein samandrátt av málinum og at meta um støðuna.

Frágreiðingina fekk Bjarni Djurholm klokkan hálvgum átta gjáramorgunin. Tá hann hevði gjøgnumgingið frágreiðingina, fór hann á fund við landsstýrið, sum samt gjørdi av ikki at ganga umsókini um veðhald á møti.

Orsøkin til greiðu støðuna hjá landsstýrinum er, at landsstýrið ikki aftur vil koma inn í veðhaldsmylluna frá áttatiárunum, og at landsstýrið ikki longur hevur heimild at veita veðhald.


Løgtingið kann játta

Hóast landsstýrið hevur gjørt av at sýta fyri at bjarga Smyril Line, er enn ein lítil møguleiki fyri, at tað verður politiski myndugleikin, ið bjargar felagnum.

Løgtingið kann samtykkja at heita á landsstýrið um at seta ávísa upphædd í Smyril Line sum partapening. Men enn fyriliggur einki uppskot um hetta. Skal landið bjarga Norrönu og ferðavinnuni, er neyðugt, at løgtingið ber skjótt at.

Tá Sosialurin á middegi í gjár tosaði við formenninar í ymisku flokkunum, hevði eingin teirra havt stundir at viðgera støðuna.