Smyril við broyttari ferðaætlan næstu dagarnar

Smyril siglir við broyttari ferðaætlan um vikuskiftið.

Orsøkin er, at siglt verður við trimum motorum.

 Strandferðaslan sigur á síni heimasíðu, ssl.fo, at vulkan koblingar millum høvuðsmotar tvey og gear í bakborð, og millum gear í stýriborð og høvuðsmotorar trý og fýra skulu skiftast.

Broytt ferðaætlan kemur í gildi fríggjamorgun 6. november og og er galdandi til og við sunnudegi 8. november.

Broytingar síggjast á ssl.fo