Samstundis sum fleiri og fleiri hús verða smíðað í Føroyum, vaksa tilboðini eisini, hvussu húsini skulu síggja út.
Snikkarameistari Rói Dahl-Jacobsen úr Havn er nú komin við einum nýggjum sniði av húsi, sum hann kallar Sniðhús.
Rói arbeiðir við ætlanum um fýra ymiskum snið av húsum. Fyrsta sniðið er liðugt og hini trý eru ávegis.
? Sniðhúsini verða bygd á staðnum, har tey skulu standa. Vit gera alt arbeiðið soleiðis at húsini eru klár at flyta inn í, tá ið vit fara, sigur Rói.
Afturat sær hevur Rói bæði múrarar, rørleggjarar og fólk sum orna fyri sanitet- og el-viðurskiftunum. Einasta sum skal verða klárt áðrenn, er eitt byggiklárt grundstykki.
? Hóast innrætningin er á tekningunum, ber eisini til hjá fólki at koma við ynskjum um øðrvísi innrættan.
Umleið 800.000
Snið nr. 1, sum er liðugt á pappírinum, er eitt 140 fermetur stórt hús í einari hædd. Øll sniðhúsini verða tó ikki í einari hædd, so keyparin hevur nakað av velja ímillum.
Rói sigur, at tað verður smíðan á gamlan hátt. Tað vil millum annað siga, at teir nýta vanligan hamara, og ikki luft at smíða við. Hetta er nógv betri, sigur Rói.
Snið nr. 1 hús fer at hava ein prís uppá umleið 800.000 kr. Tað ávirkar tó prísin, hvat og hvussu eigarin vil hava húsini innrættað. Men við áðurnevnda prísi er alt tikið við.