So bragdaði hjá GÍ

Fótbóltur: Sámal Joensen syrgdi við tveimum málum fyri, at GÍ vann á ÍF

Tað vóru tvey lið í aldudali, sum hittust í Gøtu til fótbóltsdyst sunnudagin. ÍF hevði ikki vunnið nakran dyst í landskappingini, og úrslitini hjá GÍ høvdu heldur ikki verið nakað at reypa av.

Bæði liðini vóru eisini skerd til dystin sunnudagin. Sterki verjuleikarin hjá ÍF, Bartal Eliassen, var leikbannaður, men í staðin fyri hann kom póllendingurin Jacek Jarlaczyk, sum hevur verið skaddur leingi, inn.

Hjá GÍ stóð verri til. Áleyparin Søren Skov Jørgensen fekk reytt kort í Sumba og var leikbannaður, Samson Nesá er á námsferð við skúlanum hjá sær, og álitið seinastu árini, Magni Jarnskor, hevur fingið »rósuna« í knæið og sat uttanfyri. Hann vónar kortini at vera við til dystin móti B36 í Havn næsta vikuskifti.

Við øllum hesum forfallunum var neyðugt hjá Jóhan Nielsen at finna aðrar spælarar, og hvat er tá frægari enn at fara niður á 2. deild eftir veteraninum Símun Peturi Justinussen.

Símun Petur spældi allan dystin og vísti, at hann framvegis kann gera seg galdandi á hægsta stigi.

Heimaliðið byrjaðu betur. Teir vóru ágrýtnari, og tað var týðiligt, at teir vildu vinna dystin. Serliga Henning Jarnskor, sum spældi einsamallur áleypari við Sámali Joensen hangandi aftan fyri seg, hevði fleiri góð tilboð, men megnaði ikki at umseta tey til mál.

So líðandi vaknaði ÍF og flutti trýstið yvir á GÍ-hálvuna. Fuglfirðingar høvdu nakrar naskar frísparksroyndir, og í seinasta minutti av fyrra hálvleiki fór Egil Zachariasen ígjøgnum í høgru síðu. Hann slapp framvið tveimum GÍ-arum og sendi innfyri til Mariniak Maciej, men enn eina ferð vísti Sunnvard Joensen gott málmansspæl.

Í leikskránni, sum varð prentað til dystin, lovaði nýggi liðskiparin hjá gøtumonnum, Sámal Joensen, at sjálvt um GÍ liggur til niðurflyting, so flyta teir ikki niður, og tað staðfesti hann við tveimum málum í seinna hálvleiki.

Landsliðsmaðurin arbeiddi nógv og var besti maður á vøllinum. Tá átta minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, fekk hann eisini hol á málskjótingina í dystinum. Miðvallarin í høgru, Poul Ennigarð, breyt ígjøgnum og sendi innfyri til Sámal, sum stútaði í netið.

Men gestirnir vóru skjótir at svara aftur. Bert fimm minuttir seinni fer Sunnvard Joensen skeivur av einum innleggi úr høgru álopssíðu hjá ÍF, og bólturin endar hjá Maci, sum rullar hann inn í tóma málið til 1-1.

Men tað gekk ikki leing, áðrenn bólturin aftur lá í ÍF-málinum. Símun P. Justinussen var hægstur eftir hornaspark frá Paula Jarnskor. Ein ÍF-ari fekk bjargað, men bólturin endaði beint hjá Svenn Olsen, sum skoraði til 2-1.

ÍF fall ikki í fátt og hevði onkur góð tilboð til at javna aftur, men mál fingu teir ikki, hóast teir høvdu eitt óbeinleiðis fríspark inni í GÍ-brotsteiginum, og hóast Egil Zachariasen einu ferðina var einsamallur við GÍ-málmanninum uttan at skora.

Og í 88. minutti kundi Sámal Joensen so tryggja GÍ tey trý stigini, tá hann skoraði til 3-1.

Tá klokkan vísti 93 minuttir, fekk ÍF brotsspark, men Maciej skeyt við síðuna av. Ein góð mynd av trupulleikunum, ÍF hevur við at fáa úrtøku burtur úr kjansunum, teir hava.

GÍ vann, men tað sær framvegis ikki serliga gott út. Góða gamla GÍ-spælið við at bróta ígjøgnum í síðunum er ikki til longur, og teir nýggju menninir hava enn ikki sligið rættiliga til. Men ein sigur er so altíð góður fyri moralin, og tað kann vera, at gøtumenn nú fara at ota seg uppeftir á stigatalvuni.