So nógv eru deyð í Norðurlondum

Korona: Av Norðurlondum hevur Svøríki so nógv tey hægstu tølini av deyðum í mun til fólkatalið.

Talið av deyðum í teimum átta Norðurlondunum av koronafarsóttini er komið upp á 2667.

Við fólkatali í Svøríki, Danmark, Finnlandi, Noreg, Føroyum, Íslandi, Grønlandi og Álandi upp á góðar 27 milliónir svarar tað til 9,8 andlát fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.

Her eru tølini av deyðum í Norðurlondum fram til á midnaátt. Tølini í klombrum eru deyð fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.

–       Svøríki: 1937 deyð (18,9). 172 deyð seinastu 24 tímarnar

–       Danmark: 384 deyð (6,6). 14 deyð seinastu 24 tímarnar

–       Noreg: 187 deyð (3,5). 5 deyð seinastu 24 tímarnar.

–       Finnland: 149 deyð (2,7). 8 deyð seinastu 24 tímarnar.

–       Ísland: 10 deyð (0,3). Eingin deyður seinastu 24 tímarnar

–       Føroyar: Eingin deyður

–       Grønland: Eingin deyður

–       Áland: Eingin deyður

Kelda: Johns Hopkins University, Styrelsen for Patientsikkerhed, Landslæknaembæti í Grønland og Føroyum.

/ritzau/