So nógv tjena topparnir í Mowi

Greinin gevur eitt ávíst innlit í, hvussu høgar lønirnar eru millum fremstu topparnar í norsku alivinnuni.

 

iLaks skrivaði um dagarnar um inntøkurnar hjá teimum best løntu í alifelagnum Mowi í árinum 2019 og 2020. Ikki óvæntað, er tað samtaksstjórin sjálvur, Ivan Vindheim, sum liggur fremstur í inntøku. 

Í 2020 tjenti Ivan Vindheim sambært ársfrágreiðing felagsins 1.434.000 evrur, sum svarar til stívliga 10,6 miljónir danskar krónur og umleið 14,7 norskar.

- Í lønaryvirlitinum, sum verður kunngjørt í ársfrágreiðingini, stendur, at hetta er løn, cash-bonus, partabrævabonus, pensjón og tað, sum verður rópt "ymiskt".

Næsti maður á topp-listanum yvir lønarútgjaldingar er bretin, Ben Hadfield, sum sambært ársfrágreiðingini eisini hevði eina rættiliga góða inntøku í 2020.

Sambært iLaks hevur Ben Hadfield ábyrgdina av alingini í Skotlandi, Írlandi og Føroyum, og hann tjenti 962.000 evrur í 2020, sum svarar til stívliga 7,1 miljónir danskar krónur.

Ein annar maður í Mowi-leiðsluni, Ola Brattvoll, sum er samtaksstjóri innan sølu og marknað, liggur á einum triðja plássi í inntøku - við 887.000 evrum í 2020, sum svarar til slakar 6,6 miljónir danskar krónur.

iLaks veit at siga, at tað loysir seg eisini at sita sum stýrislimur í Mowi, og her er Ole-Eirik Lerøy, stýrisformaður, hin best lønti. Hann tjenti 112.000 evrur - ella stívliga 832.000 danskar krónur í 2020.

Tilsamans rindaði Mowi sambært iLaks sínum stýrislimum slakar 5,4 miljónir danskar krónur í 2020.

##med2##