Frá vinstru: Elisabeth Niclasen, Josh Steer, Mathilde Skytte Lundsby, Rasmus í Haraldsundi, Rikke Munk, Tullis Matson, Kristina Maria Fjallstein, Jóna Adelaide Ólavsdóttir og Signa Kallsoy Ravnfoss

Søga skrivað hjá føroyska rossinum og í altjóða høpi

– Tað er okkum ein sonn fragd at kunngera, at vit nú hava fingið tikið og fryst sáð frá øllum livandi greðingum í føroyska rossastovninum.

Frá vinstru: Elisabeth Niclasen, Josh Steer, Mathilde Skytte Lundsby, Rasmus í Haraldsundi, Rikke Munk, Tullis Matson, Kristina Maria Fjallstein, Jóna Adelaide Ólavsdóttir og Signa Kallsoy Ravnfoss

Soleiðis skrivar Felagið Føroysk Ross:

 

– Vit hava, okkum vitandi, sum fyrsti felagsskapur nakrantíð, megnað at tikið og goymt sáð av øllum livandi kalldjórum í einum stovni – nakað, sum verður mett at hava stóran týdning fyri framtíðina hjá Føroyska Rossinum, bæði í ílegusamanhangi og í framtíðar alimenning.

 

Ílegugrunnur

 

Í 2002 og í 2004 skipaði FFR fyri sátøku av nøkrum føroyskum greðingum. Í 2024 helt arbeiðið fram og vaksið varð um ílegugrunnin við niðurfrystum rossasáði. Í 2025 er sáð tikið frá øllum livandi greðingum og fryst. Í alt er sáð tikið av 25 føroyskum greðingum hesi bæði árini. Tann yngsti er 3 ára gamli Frami.

 

##med2##

 

Samstarv og stuðul

 

Hetta arbeiðið hevði ikki verið gjørligt uttan gott samstarv og fíggjarligan stuðul frá fleiri pørtum. Vit vilja hervið takka:

 

  • Tullis Matson og Stallion AI Services fyri tætt og gott samstarv gjøgnum alla verkætlanina.
  • Rikke Munk og Højgård Hestehospital fyri at skanna ryssur, sum skuldu brúkast til ísáðing og lokkiryssir.
  • Búnaðargrunninum fyri fíggjarligan stuðul.
  • BST fyri fíggjarligan stuðul, lán av hølum og fyri arbeiðið hjá starvsfólkunum.
  • MBM fyri stuðul við køvievni.
  • Greðingaeigarunum, sum allir hava verið góðir at samstarva við og eru komnir við sínum greðingum.
  • Ryssueigarunum, sum hava latið okkum brúka ryssur til lokkiryssur og til ísáðing.

 

Framhald og framtíðarætlanir

 

Sáðtøkan hevur týdning á fleiri økjum. Fyrst og fremst tryggjar hon ílegurnar hjá Føroyska Rossinum, men vit hava eisini fingið nógva nýggja vitan og royndir. Ein stórur liður í arbeiðinum er at menna førleikar og arbeiðsgongdir, sum kunnu brúkast til at ísáða ross – bæði í Føroyum og í Danmark.

 

Ísáðing á fyrsta sinni í Føroyum

 

Í summar hava vit eisini gjørt søguligar royndir við ísáðing við frystum sáði – fyri fyrstu ferð nakrantíð í Føroyum. 4 ryssur eru ísáddar við frystum sáð, og harumframt tvær við feskum sáð. Úrslitini vænta vit at síggja um 2 vikur, tá ryssurnar kunna skannast.

 

##med3##

 

Úrslit av ísáðing

 

Vit kunnu tó longu nú fegnast um, at vit í ár hava eitt fyl, sum er úrslit av ísáðing við feskum sáði í fjørð. Fylið, Tutli, er fyrsta fyli í Føroyum, ið er alt á hendan hátt.

 

##med4##

 

Tøkk til øll, sum hava hjálpt til

 

“Hetta hevði ikki verið gjørligt uttan dyggan stuðul frá teimum, ið hava luttikið í verkætlanini” sigur Signa Kallsoy Ravnafoss, forkvinna í FFR "Ein serlig tøkk fer til Tullis, Josh, Rikke, Mathilde, Aron, Kristinu Mariu, Elisabeth, Rasmus og Jónu – fyri stórt arbeiði og trúgva hjálp í øllum liðum.”

 

Frá vinstru: Elisabeth Niclasen, Josh Steer, Mathilde Skytte Lundsby, Rasmus í Haraldsundi, Rikke Munk, Tullis Matson, Kristina Maria Fjallstein, Jóna Adelaide Ólavsdóttir og Signa Kallsoy Ravnfoss

Her verður gjørt klárt at tappa sáð av føroyska greðinginum, Mergi.

Rikke Munk, djóralækni við serfrøði í reproduktión, og Tullis Matson, stovnari av SAIS, ísáða føroyska ryssu.

Ódn og Tutli