##med2##
Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin
Í kvøld klokkan 19.45 verður annar Nations League dysturin á skránni hjá føroyska landsliðnum. Hesa ferð á heimvølli móti Luksemborg. Sølvi Vatnhamar er nú at finna mitt á miðjuni, men leirvíkingurin ræðist ikki nýggja leiklutin á landsliðnum.
- Mær hevur altíð væl dámt at spælt mitt á miðjuni. Eg spæli har venjarin hevur brúk fyri mær, sigur Sølvi Vatnhamar við FM1.
Nations League landsdysturin millum Føroyar og Luksemborg verður á Tórsvølli í morgin klokkan 19.45. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá U21-landsdystinum millum Føroyar og Serbia klokkan 16.15, og síðani verður sent á Tórsvøll.