Soleiðis skrivar Veðurstova Føroyar:
Myndin omanfyri vísir, hvussu skýloftið av Viðareiði og vestureftir var fyri løtu síðan. Eingin vissa er, at okkurt ikki broytist í skýloftinum næstu 2 tímarnar, men sannlíkindi eru størri enn nógvar aðrastaðir.
Í Klaksvík ætlaðu vit niðan á Háls at hyggja, tí har er einki fjall fyri. Tað er rætt, men har er svart í mjørka, og tað sæst illa bara at koyra við bili niðan.
Tí fara vit heldur til Viðareiðis at hyggja. Tit kunnu samanbera myndirnar sjálvi. Báðar tiknar fyri løtu síðan.
##med2##
Einki er vist her í verð, serliga tá ið tað hevur við veðrið at gera. Skýloftið kann broytast báðar vegir, men sannlíkindi er ið hvussu so er betri, at okkurt sæst á Viðareiði heldur enn í Klaksvík.
Vit standa heimi á Bakka – t.e. nær við kirkjuna – eitt sindur áðrenn klokkan 18.
– Havi keypt nakrar brillur, sum tit kunnu læna. Eisini nakrar kannur við kaffi og okkurt søtt, skrivar Hansu Kjølbro frá Veðurstovu Føroya.












