Felagið Full Circle Wind Services tekur sær burturav av viðlíkahaldi og umvæling av vindmyllum. Full Circle, varð stovnað í 2021, og hevur høvuðssæti í Hollandi og skrivstovur í Stóra Bretlandi, Italia, Grikkalandi og Fraklandi. Felagið tekur sær av at viðlíkahaldi av yvir 700 vindmyllum í Evropa, Norður Amerika og Suður Asia.
Sev skrivar, at fleiri av teimum, sum arbeiða hjá Full Circle, hava fyrr arbeitt hjá Enercon og hava drúgvar royndir við ymsu myllunum hjá Enercon.
Í juli hava fleiri lið av tøkningum hjá Full Circle verið í Føroyum, undir leiðslu av Lauru Collin, fyri at kanna og arbeiða uppá myllurnar saman við starvsfólkið hjá Sev. Tey hava tey eisini havt fólk við, sum skulu lærast tey upp, og tí hava verið á eini venjingarlegu.
- Hetta er eitt gott høvi at læra okkara fólk upp. Tá vit arbeiða í Bretlandi og á evropiska meginlandinum eru fjarstøðurnar øgiligar, og nógv tíð fer við ferðing og koyring, her kunnu ganga ímillum myllurnar, og læra, segði Laura Collin.











