Zelenskyj: Ukraina hevur tikið 26 bygdir aftur í ár

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at ukrainskar herdeildir higartil í ár hava tikið 26 bygdir aftur úr russiskum hondum.

Ukrainskir hermenn í býnum Druzjkivka í Donetsk-landslutinum. Sambært Volodymyr Zelenskyj hevur Ukraina higartil í ár tikið 26 bygdir aftur úr russiskum hondum. (Mynd: Reuters)

Í einum uppslagi á X skrivar Zelenskyj, at Ukraina frá januar til august hevur endurvunnið 745 fermetrakilometrar av øki, sum Russland áður hevði hersett.

 

Sambært forsetanum liggja bygdirnar í Donetsk-, Dnipro- og Zaporizjzja-landslutunum.

 

Zelenskyj sigur eisini, at minst 9.550 russiskir hermenn eru dripnir í ár, meðan meira enn 6.600 eru særdir. Hann upplýsir ikki, hvussu stór ukrainsku tapini hava verið.

 

Hvørki Russland ella Ukraina almannakunngera javnan tøl yvir, hvussu nógvir hermenn eru falnir í krígnum, og upplýsingarnar kunnu ikki váttast óheft.

 

Seinastu mánaðirnar hevur Ukraina í vaksandi mun framt dronuálop langt inni í Russlandi. Álopsmálini hava serliga verið orkuverk og aðrir týdningarmiklir bygningar.

 

Í nátt rakti eitt ukrainskt dronuálop havnarbýin Novorossijsk eystan fyri Krim. Sambært russiskum myndugleikum doyðu í minsta lagi trý fólk, og 24 vórðu særd.

 

Russiska verjumálaráðið sigur samstundis, at russisk loftverja skeyt niður 502 ukrainskar dronur í nátt. Heldur ikki hesar upplýsingarnar eru váttaðar av óheftum keldum.

 

Kelda: Ritzau/Reuters

 

Ukrainskir hermenn í býnum Druzjkivka í Donetsk-landslutinum. Sambært Volodymyr Zelenskyj hevur Ukraina higartil í ár tikið 26 bygdir aftur úr russiskum hondum. (Mynd: Reuters)