- Nýggja høllin fer at skapa góðar og nútímans karmar um ítrótt, mentan og onnur tiltøk í kommununi, siga tey í Sørvágs kommunu

Lendisarbeiðið til nýggja ítróttahøll er byrjað

- At arbeiðið nú er farið í gongd er ein týðandi varði, og verkætlanin er sostatt komin eitt stórt stig nærri at gerast veruleiki

- Nýggja høllin fer at skapa góðar og nútímans karmar um ítrótt, mentan og onnur tiltøk í kommununi, siga tey í Sørvágs kommunu

- Nú er lendisarbeiðið til nýggju høllina í Sørvági byrjað. Hetta er fyrsta stigið í verkætlanini, og eftir ætlan fer arbeiðið at ganga skjótt komandi tíðina.

 

Soleiðis siga tey í Sørvágs kommunu.

 

- Nýggja høllin fer at skapa góðar og nútímans karmar um ítrótt, mentan og onnur tiltøk í kommununi. At arbeiðið nú er farið í gongd er ein týðandi varði, og verkætlanin er sostatt komin eitt stórt stig nærri at gerast veruleiki. 

 

Sørvágs kommuna hevur áður boðað frá, at ætlanin var at halda ein borgarafund í juni. Tann tíðarætlanin vísti seg tó at vera ov bjartskygd, tí nøkur viðurskifti mugu fáast endaliga upp á pláss, áðrenn fundurin kann haldast.  

 

Ætlanin um borgarafund stendur tó við.

 

- So skjótt, sum allar endaligu loysnirnar eru klárar, verður boðað frá, nær fundurin verður. Her fáa borgararnir høvi at síggja verkætlanina nærri og frætta meira um nýggju høllina, siga tey í Sørvágs kommunu.

 

##med2##

 

- Nýggja høllin fer at skapa góðar og nútímans karmar um ítrótt, mentan og onnur tiltøk í kommununi, siga tey í Sørvágs kommunu