Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Framsókn vunnu løgtingsvalið, meðan Tjóðveldi gjørdist stóri taparin.
Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin høvdu framgongd, vunnu hvør sín tingsess afturat og hava nú 8 tingsessir. Framsókn, sum stillaði upp fyri fyrstu ferð, vann tveir tingsessir.
Tjóðveldi hevði stóra afturgongd og misti tveir tingsessir, og Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin mistu eisini hvør sín tingsess. Javnaðarflokkurin varðveitti sínar 6 tingsessir.
Floksbýtið í nýggja løgtinginum er hetta:
Fólkaflokkurin 8 (+1)
Sambandsflokkurin 8 (+1)
Javnaðarflokkurin 6
Sjálvstýrisflokkurin 1 (-1)
Tjóðveldi 6 (-2)
Framsókn 2 (+2)
Miðflokkurin 2 (-1)