Nógv hevur ikki verið at sæð til Tinu Turner í mong ár. Hon er nú 77 ár, sigur seg njóta pensjonistalívið í Schweiz, har hon býr við manni sínum, Erwin Bach, ið hevur starvast innan tónleikavinnuna í útgávufeløgum. Tey gftust í 2013, eftir at hava hildið saman í mong ár.
Fyri stuttum trein Tina Turner tó fram á pall, og var hetta í samband við sangleikin Tina: Tina Turner Musical, sum í næstum verður framførdur í London.
Flestu vildu óivað sagt, at Tina heldur sær væl, og sjálv hevur hon sagt, at hetta ikki minst er orsakað av góðu ílegunum.
Í ár 2000 var Tina Turner á stórari konsertferð fyri at siga farvæl, og síðani hevur hon verið rárur gestur, tá pallglæmurnar verða tendraðar.