Soleiðis hevur tú ikki sæð Romeo og Julie áður

Við einføldum spæli, einum rúmi, tveimum fólkum og nøkrum fáum leiktólum fer kenda søgan um familjurnar Capulet og Montague fram í Norðurlandahúsinum 16. september, kl. 19.

Hetta kvøldið upplivir tú Shakespeare og hansara skaldskaparfrøði, orðagand og samspæl millum sorgarleik og skemt. Hansara sorgarleikir eru so góðir, at teir eru tíðarleysir. Lýsingin av sambondunum ímillum menniskju eru viðkomandi enn tann dag í dag.

 

Søgan um Romeo og Julie er tíðarinnar mest kendi leikur og tann valdmiklasta kærleikssøgan sum er. Men Romeo og Julie er nógv annað enn tað. Kom og hygg.

 

Hendan útgávan av søguni verður spæld av norska Kompani13, og er serliga gjørd til ungdóm, men vendir sær til áskoðarar í øllum aldri.

 

Aldursmark: 14+

Mál: norskt

 

Leikarar

 

Uppskotsmenning: Jorunn Lullau og Steinar Thorsen

 

Handrit: Jorunn Lullau, Steinar Thorsen, Lasse Åkerlund

 

Pallseting og búnar: Lasse Åkerlund

 

Leikarar: Jorunn Lullau og Steinar Thorsen

 

Framleiðari: Hjørdis Steinsvik, Syv mil

 

Leikurin vann Bergen Fringe Award 2018 «Fringe Spirit Award», og eina áskoðaravirðisløn í Litava eins og á festivalunum Dive into the theatre" í Kaunas og á Reykjavik Fringe festival i 2019.

 

Leikurin er framleiddur í samstarvi við Festspillene i Bergen