Kasper Hjulmand er settur í starv sum nýggjur høvuðsvenjari hjá týska Bayer Leverkusen eftir einum sáttmála, sum er fram til summarið 2027. Hesum boðar fótbóltsfelagið frá á heimasíðuni.
Fyrr á yrkisleiðini var Kasper Hjulmand landsliðsvenjari hjá danska fótbóltslandsliðnum frá 2020 til 2024.
Til EM 2021 førdi Kasper Hjulmand danska landsliðið í hálvfinaluna, har tað endaði við ósigri móti Onglandi.
Seinasti altjóða dysturin var áttandapartsfinalan móti Týsklandi á EM í fjør. Síðani tá hevur Kasper Hjulmand ikki havt venjarastarv.
Hetta verður aðru ferð, at Kasper Hjulmand roynir seg sum høvuðsvenjari í Bundesliguni. Aftur í kappingarárinum 2014/2015 var hann venjari hjá Mainz uttan stórvegis eydnu.
Í farnu viku valdi Leverkusen at koyra Erik ten Hag úr starvi sum venjari eftir bert tríggjar dystir í starvinum. Hollendingurin megnaði bara eitt stig í tveimum dystum í Bundesliguni.
Í Leverkusen kann Kasper Hjulmand gleða seg til aftur at arbeiða saman við Keld Bordinggaard, sum var hjálparvenjari í síni tíð í Mainz.
Næsti dystur hjá Leverkusen er fríggjadagin móti Eintracht Frankfurt í Bundesliguni, meðan FC Keypmannahavn bíðar í fyrsta dystinum í Champions League seks dagar seinni.
/Ritzau/